Hondbóltur

H71 skal spæla í Serbia sunnudagin

Fríggjamorgunin fer ferðalagið við hoyvíkskvinnum avstað. Uppgávan er fyrra áttandapartsfinalan í EHF European Cup móti Nis, ið liggur á fjórða plássi í serbisku deildini.

Lív Zachariassen í skotroynd móti Spono Eagles, ið H71 varpaði út av European Cup eftir tveir dystir í Hoyvík í november (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Zachariassen í skotroynd móti Spono Eagles, ið H71 varpaði út av European Cup eftir tveir dystir í Hoyvík í november (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-05 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hoyvíkskvinnur høvdu eina frálíka fyrru hálvu. Í landskappingini er liðið hjá Inga Olsen oddalið og ósigrað eftir ellivu dystir, og í EHF European Cup hevur H71 spælt seg víðari tvær ferðir.

Higartil eru allir fýra dystirnir spældir í Føroyum. Norðurmakedónska WHC Cair og sveisiska Spono Eagles gingu bæði við til at spæla báðar dystirnar á útivølli, men hesaferð verður talan veruliga um heima- og útidyst hjá H71, ið hølvaði WHC Cair av yvir tveir dystir í Høllini á Hálsi, og sum setti sveisisku steypavinnararnar uppá pláss í fyrra dystinum í Hoyvíkshøllini.

Sunnudagin klokkan 17.30 spæla H71 og ZRK Naisa Nis í triðstørsta serbiska býnum Nis. Mótstøðuliðið hjá H71 í áttandapartsfinaluni sló Dudelange úr Luksemborg út við samanløgdum sjey-málsigri og liggur á 4. plássi í serbisku deildini í løtuni - nakað frá liðunum í topp-trý. Nis vann EHF European Cup, ið tá hevði navnið Challenge Cup, fyri fimtan árum síðani.

Talan verður helst um stóran bita at gloypa hjá H71, ið ikki hevur spælt á so høgum støði sum lið fyrr. Tær eru ímillum sekstan tær bestu í triðsterkastu evropeisku kappingini og skulu í øllum førum royna at sygja fyri, at tá seinni dysturin verður spældur - í Høllini á Hálsi 15. januar - er framvegis veruligur spenningur í.

Ferðalagið við H71-kvinnunum fer avstað úr Føroyum fríggjamorgunin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder