Tað verður ZRK Naisa Nis úr Serbia, sum verður mótstøðulið í teimum báðum áttandapartsfinalunum, sum H71-kvinnurnar fara at spæla í januar mánað.
Hetta gjørdist greitt tá EHF hevði lutakast fyrrapartin.
H71 vann seg um vikuskiftið víðari við enn einum sannførandi úrslitið. Í fyrsta umfari vunnu hoyvíkskvinnur stórt ímóti Cair-Skopje úr Norðurmakedonia, og í øðrum umfari var tað Spono Eagles úr Sveis, sum skuldi ígjøgnum H71-maskinuna.
Maria Halsdóttir Weyhe gjørdi við 17 málum leygarkvøldið sítt til, at tað ongantíð kom veruligur spenningur í dystirnar ímóti sveiska Spono Eagles (Mynd: Sverri Egholm)
Dystirnir í áttandapartsfinalunum eru aftur ein heima- og ein útidystur, og spælt verður fyrst vikuskiftið 8./9. januar og síðani vikuskiftið 15./16. januar.
Higartil hevur eydnast H71 at fáa mótstøðuliðini at spæla báðar dystirnar í Føroyum, og aftur hesaferð, fer felagið at gera eina roynd at fáa hetta í lag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald