Hondbóltur

H71 vann FM aftur frá Kyndli

Hoyvíksvinnur vunnu við tveimum málum í fjórðu finaluni og koppaði harvið Kyndli samanlagt. Triðja FM-heitið hjá H71 uppá fýra ár.

Savnsmynd

Savnsmynd

2025-05-07 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil var omaná í triðju FM-finaluni leygardagin og sendi finalurøðina aftur til Hoyvíkar. Men hon fer ikki oman aftur á Háls.

Hetta er greitt eftir fjórðu finaluna í kvøld. H71 var omaná so at siga allan vegin og vann við tveimum málum. Tá tað er best av fimm/ fyrst upp í trý, so er nú avgjørt, og H71 hevur heldur óvæntað FM-vinnari.

Sum heild hava hoyvíkskvinnur, við einari greiðari ætlan og nógvum disiplini, verið omaná í røðini. Í kvøld gingu Halsdóttir Weyhe-systrarnar á odda í álopinum - Anna Elisabeth varð toppskjútti við sjey málum, og Maria gekk serliga fremst, tá tað veruliga stóð á. 

Verjuparturin hekk heilt væl saman og serliga í 1. hálvleiki, har Kyndil tyktiskt ráðaleyst og bert skoraði níggju mál. 5-1 verjan við blaðungu Elidu Joensen fremst hevur sum heild eydnast heilt væl, og Rúna Jógvansdóttir Larsen hevði neyðugu bjarfingarnar í kvøld aftur. 

FM hjá kvinnum fer aftur til Hoyvíkar eftir eitt ár á Hálsi. Greipuvinnarar í fjør, steypavinnarar í februar og ósigraðar í yvir eitt og eitt hálvt ár, men ov nógv órógv og lítil samanhangur hjá Kyndli, tá ástóð.

H71 var sanniliga til reiðar at taka av og vísa sínar dygdir. Triðja FM uppá fýra ár hjá hoyvíkskvinnum er veruleiki.

Fjórða FM-finalan hjá kvinnum

Mikudagin 7. mai

H71 - Kyndil 26-24 (12-9) 

(Dómaraseðil) 

Myndir úr Hoyvík seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder