Fótbóltur

Haaland heldur fram við at skora

19-ára gamli norski áleyparin i Salzburg skoraði í Napoli í gjárkvøldið. Hann er fyrsti tannáringur sum skorar í sínum fyrsta fýra dystum í Champions League - Håland er toppskjútti í ársins kapping við sjey málum.

Håland hevur skorað trý mál móti Napoli seinastu tvær vikurnar (Mynd: EPA)

Håland hevur skorað trý mál móti Napoli seinastu tvær vikurnar (Mynd: EPA)

2019-11-06 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gjørdi av álvara vart við til U20 HM fyrr í ár, tá hann setti met við at skora heili níggju mál í dystinum móti Honduras, ið Noreg vann 12-0. Hann skifti úr Molde í januar og hevur síðani skorað fýra hattrick fyri Red Bull Salzburg - eitt av teimum var í hansara Champions League-elddópi.

Erling Braut Håland hevur sligið ígjøgnum á altjóða pallinum. Tey trý málini í fyrra hálvleiki móti Gent vóru við til at geva eysturríkska liðið hansara trý stig í fyrsta umfari í Champions League. Norðmaðurin fylgdi upp við at skora á Anfield í sínum æðrum Premier League dysti, og fyri tveimum vikum síðani sló høgi og tekniskt sterki leikarin til tvær ferðir móti Napoli.

Les eisini: Dramatikkur í London og í Dortmund

Við brotssparksmálinum í gjár hevur Håland nú sjey mál í fýra Champions League-dystum. Toppskjúttin er bert 19 ár og eisini toppskjútti í eysturríksku Bundesligaini við 12 málum í 11 dystum. Hann sigst at vera á ynskilistanum hjá nógvum stórum evropeiskum feløgunum, og Manchester United, ið er í stórum trupulleikum verður ofta sett í samband við son Alf Inge Håland. Ole Gunnar Solskjær er ikki bert landsmaður vandamikla áleyparan - hann var eisini venjari hansara í Molde. 

Eling Braut Haaland spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Malta fyri tveimum mánaðum síðani, og tað er góður møguleiki fyri, at hann verður at síggja á vøllinum móti Føroyum á Ullevaal í Oslo næsta fríggjakvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder