Hondbóltur

Hákun móti Eliasi í oddabraki í kvøld

Uppgerðin í Kiel hevur stóran týdning í endaspurtinum. Fücshe Berlin er fýra stig frammanfyri í løtuni - Dysturin byrjar klokkan 18 og kann síggjast á Viaplay.

Hákun West av Teigum og teir hava betri málúrttøku enn Vilhelm Poulsen og teir, og eru fýra stig frammanfyri Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og teir hava betri málúrttøku enn Vilhelm Poulsen og teir, og eru fýra stig frammanfyri Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 11:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu týskur steypavinnari - sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð.

Sí eisini: Video:- Steypagullið hjá Eliasi á Skipagøtu og Kiel

Elias og teir fara nú eftir øðrum steypum, men í løtuni sær tað trupult út í Bundesliguni.

Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni: 
1.Füchse Berlin 40 stig (Hákun West av Teigum) 
2. MT Melsungen 40 stig

---------------------------------------------------------------
3TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) 
4. THW Kiel 36 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu) 
5. Flensburg-Handewitt 34 stig  (Jóhan á Plógv Hansen) 

Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. 34 umfør eru.

Dystarskráin í Bundesliguni sæst her

Um tað skal eydnast hjá Kiel, so er ein sigur á oddaliðnum so at eitt krav í kvøld. 

Níggju umfør resta í, og tað sær gott út hjá Hákuni West av Teigum og Fücshe Berlin. Tað var tó ikki gott í seinasta umfari, tá "revarnir" snávaðu móti botnliði í evstu løtu.

Tað er ógvuliga tætt og spennandi í oddastríðnum í sterkastu deildini í heiminum, og fleiri føroyingar eru íblandaðir í meistara/Champions League-stríðið. Tveir teirra fáa helst ein rímiliga stóran leiklut í kvøld, tá Kiel og Fücshe bresta saman.

Dysturin í 26. umfari byrja klokkan 18 og síggjast á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder