
Tað var ein góður dagur hjá THW Kiel og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Köln í gjár.
Talan gjørdist um ein 28-23 finalusigur á Melsungen, og harvið hevur ein føroyingur nú roynt at vunnið týsku steypakappingina.
Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu er týskur steypavinnari
Elias hevði trý skot og skoraði trý mál í steypafinaluna sunnudagin. 21-ára gamli hoyvíkingurin átti eisini okkurt upplegg.
Eitt gott mál og eitt snilt upplegg síggjast eftir hvørt annað frá 1.20 í hæddarpunktunum, sum síggjast omanfyri ella HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald