
Tvær av stóru føroysku landsliðsstjørnunum bresta saman í München í morgin, leygardagin 23. august.
Tað snýr seg um týsku Super Cup: Stórsteypadystin.
THW Kiel og Elias Ellefsen á Skipagøtu vunnu í apríl týsku steypakappingina. Hoyvíkingurin gjørdist tá fyrsti føroyingur at vinna eitt stórt steyp í Týsklandi, og fyrst í juni gjørdist Hákun West av Teigum fyrsti føroyingur at vinna eitt týskt meistaraheitið.
Hákun var eisini framúr í Champions League-finaluni, men har var Magdeburg sterkari.
Spurningurin er so, um Fücshe Berlin er betri enn Kiel og omaná móti søguliga sterkari felagnum aftur í 2025/2026, ella um "sebrurnar" eru á veg móti tindinum aftur. Hetta kann dysturin í annaðkvøld geva fingramerki um.
Týski stórsteypadysturin í manshondbólti 2025 byrjar í morgin klokkan 17, føroyska tíð. Hann sæst á Viaplay og TV3 Sport.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skal aftur í kappingardyst fyri Kiel í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald