Eftir dystirnar í gjár hava øll 24 liðini í EM-endaspælinum spælt sínar fyrstu dystir. Eitt av tí sermerkta higartil er, at nakrir stórir profilar hjá nøkrum av teimum stóru í hondbóltsheiminum ikki hava fingið so nógv mál.
Sí eisini: Ísland javnaði í síðsta sekundi - Kroatia setti Spania uppá pláss
Um hugt verður eftir toppskjúttalistanum, so eru tríggir av teimum fýra toppskjúttunum í endaspælinum higartil spælarar hjá heilt nýggjum londum í EM-høpi. Ein er Giorgi Tskhovrebadze hjá Georgia. Hann skoraði níggju ferðir í tapinum fyri Niðurlondum. Hampus Wanne, vongurin hjá Svøríki, skoraði níggju ferðir móti Bosnia. Helmingurin av EM-toppskjúttunum eru føroyingar.
Stóru profilarnir hjá smærru liðunum fáa ikki so sjálvdan nógv mál, og tað er helst ikki óvæntað fyri føroyingar og hondbóltsáhugaði annars, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skora nógv mál - eisini í slíkum dystum. Bundesliga-spælararnir hjá Føroyum stóðu fyri samanlagt 18 av teimum 29 málunum í fyrsta dystinum móti Slovenia.
Elias skorar her eitt av sínum níggju málum, meðan Hákun West av Teigum hyggur at (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Hákun dagsins spælari og javnsettur toppskjútti
Hæddarpunktini frá søguliga dystinum móti Slovenia
Elias á Skipagøtu átti eisini fleiri av fríspælingunum til Hákun. Spælskiparin hevði tó heldur nógvar stórar tekniskar villur, ið kostaðu í hesum dystinum. Hetta var nakað av tí, sum fekk viðmerkjaran hjá Kringvarpinum, Inga Olsen, at geva Elias ein undir miðal karakter í leikarametingini
Skoringsprosenti hjá Kiel-spælaranum lá á 60, ið ikki er so høgt - har var tó millum annað eitt fríkast uppí, tá tíðin í 1. hálvleiki var farin. Elias á Skipagøtu skoraði eitt av topp-fimm málunum á 2. degi í endaspælinum, sambært EHF, og skal fáa nakrar av somu taktunum framaftur í kvøld, samstundis sum mistøkini skulu fækkast.
Sí eisini:
Elias: - Føla at vit hava allar møguleikar at vinna í dag
Julian Johansen: - Skulu spara Elias á ymiskan hátt
Almenni EM--toppskjútalistin eftir fyrsta umfar (Mynd: EHF)
Sum sæst beint omanfyri, hevði Hákun West av Teigum hægsta skoringsporsenti av teimum, ið skoraðu níggju mál í 1. umfari (81 prosent). Høgri vongurin úr Hoyvík brendi tvey av sínum ellivu skotum - annars var hann tryggur. Hákun irðaði seg serliga um tað eina brenda skotið, meðan hin veruliga var ein stjórbjarging frá Ferlin. Hann varð kosin til dagsins spælara móti Slovenia.
Elias og Hákun skulu aftur royna at ganga á odda í kvøld, tá Føroyar skulu stríðast móti norðmonnum. Dysturin byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð.
Sì eisini:
- Helt ikki hetta var møguligt
Gunn Ellefsen: - Var torført at syngja við til tjóðsangin
Til ber at fylgja við í live-bloggi frá degnum í Berlin allan seinnapartin og út á kvøldið. Dagført verður eisini nógv undir dystinum, og Portalurin fer at hava nógv tilfar úr týska høvuðsstaðnum á dystardegi tvey hjá Føroyum. Vit leggja bloggin út á forsíðu okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald