Berlin, Týskland (Portalurin) Tað hevur til tíðir verið heilt tungur burður hjá Hondbóltssambandi Føroya og føroyskum hondbólti sum heilt, men nú eru vit mitt í einum glæsiligum tíðarskeiði.
Eftir nógv risastór úrslit á ungdómsstigi seinnu árini hevur manslandsliðið nú eisini veruliga glógvað. Í gjár spældu Føroyar fyrsta dystin í EM, og løtan var stór. Millum annað tá “Tú alfagra land mítt” ljómaði í Mercedes Benz Arena. Tað gjørdi nakað við mangan føroyingin - eisini forkvinnuna í Hondbóltssambandi Føroya.
- Tað var torført at syngja við til tjóðsangin. Eg royndi, men noyddist at steðga á eina løtu(…) tað var ein ótrúlig løta.
Pulsurin hjá Gunn Ellefsen undir dystinum var eisini høgur. Hon hevur eisini tveir synir - Elias og Róa - í hópinum, umframt at maðurin Jens á Skipagøtu er mentalvenjari.
Gunn Ellefsen saman við manninum Jens á Skipagøtu (mitt fyri)og Hans Jón Thomsen, stjóra í HSF (uttast til vinstru)
Eftir nógv ár í nevndini hjá H71 gjørdist Gunn Ellefsen forkvinna í HSF í 2016. Síðani hevur føroyskur hondbóltur verið fyri stórum framburði, og hoyvíkskvinnan fegnast um, at spælararnir og onnur nú kunnu vísa seg fram á stóra pallinum, og at øll kunnu njóta tað.
Hetta verður helst ikki seinasta A-endaspælið við føroyskari luttøku. Lykilin er at halda fram við grundleggjandi arbeiðinum, staðfestir forkvinnan:
- Vit hava sum so einki “næsta stig”. Men vit vilja, at øll børn í Føroyum skulu hava góðan møguleika at spæla hondbólt, at mennast og hava tað stuttligt við millum annað familjuni, umframt at venjararnir eru góðir (…) Vit hava sæð, at um hesi tingini eru uppá pláss, so koma vit til endaspøl. So tað er bara ein góð avleiðing av grundleggjandi arbeiðnum.
Sí samrøðuna sum vit gjørdu við Gunn Ellefsen á spælaragistingarhúsinum í dag.
Sí eisini: Julian Johansen: Skulu halda okkum inni í dystinum so leingi sum gjørligt
Sí eisini: Mittún-brøðurnir: Ein vill uppliving í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald