
Tað var ein føroyingur, sum skoraði allarfyrsta málið í fyrru Champions Leauge- hálvfinaluni.
Tað sá eisini ógvuliga gott út hjá Füchse fyrstu minuttirnar, har álopsspælið bara koyrdi. Mathias Gidsel skoraði trý má og vann nakrar útvísingar, men eftir átta minuttir stakk hann beinið eitt sindur út í verjustøðu, gleið og feldi harvið Nantes-vongin.
Eftir videokanning mettu íslendsku dómararnir, at atgerðin var til beinleiðis reytt kort. Í hondbólti kostar tað tó ikki meira enn undirtal í tveir minuttir, umframt tað at spælarin sjálvur noyðist at sita uttanfyri restina av dystinum.
Gidsel hevur sjálvandi nógv at siga fyri týsku meistararnar, men sjálvt uttan heimsins besta spælara vann Füchse Berlin stórt.
Millum annað Nils Lichtlein, sum er javngamal við Hákun, gjørdi stóran mun. Nantes fekk ikki bjóða av. Dejan Milosavljev var ein brandur í málinum við 15 bjargingum, og munurin gjørdist at enda tíggju mál: 34-24.
Füchse fær størri mótsstøðu móti Magdeburg ella Barcelona í morgin. Hesi stórfeløgini spæla hálvfinalu klokkan 17 (Viaplay/TV3 MAX). Tá verður Gidsel við aftur.
Hákun West av Teigum fer tá at skriva søgu sum fyrsti føroyski hondbóltsspælarin í einari Champions League-finalu. Onnur hava spælt, og eisini vunnið, í European League og European Cup-finalum.
Tað kann verða tað heilt stóra hjá 23-ára gamla høgra vonginum, sum spældi 56 minuttir í dag. Hákun skoraði eisini uppá sína skotroynd í 2. hálvleiki, og var harvið 2/2 í hálvfinaluni. Eisini fangaði hann nakrar returar í verjustøðu, har Füchse stóð sterkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald