
Tvey av liðnum í oddastríðnum í týsku Bundesliguni - tí bestu hondbóltsdeildini í heiminum - hittust í Max Schemeling høllini í Berlin seinnapartin. Spælararnir, sum spældi fullan dyst í álopinum á hvør sínum høgra vongi, eru báðir uppvaksinir í føroysku hallunum. Annar í Kyndli og hin í H71.
Báðir fóru tíðliga niður til Skanderborg at førleikamenna seg víðari sum hondbóltsspælararar. Tað varð til eina yrkisleið í fyrst bestu donsku deildini og síðani Bundesliguni.
Jóhan á Plógv Hansen fór at spæla við danska landsliðnum, meðan einki veruligt virksemi var í sambandi við føroyska manslandsliðið. Royndi vongurin er nú ferfaldur heimsmeistari. Hákun West av Teigum er nú lyklaspælari á føroyska A-landsliðnum, sum stríðist fyri at koma til fleiri eindaspæl.
Báðir renna skjótt, hoppa høgt, eru snildir, og lámi spælararnir kunnu borga fyri tryggleika hjá sínum liðum. Í dag fekk Hákun meira at arbeiða við úti á vonginum, og teir grønukløddu vóru eisini omaná.
Hákun West av Teigum hevði seks skot. Hann rakti stongina við tí eina men skoraði uppá øll hini í týðandi dystinum móti Flensburg-Handewitt
Hákun West av Teigum, sum fylti 23 ár fyrr í vikuni, gagnnýtti eisini allarflestu støðurnar heilt væl. Hann skoraði trygt uppá sítt fyrsta skot móti Kevin Möller stutt fyri hálvleik men rakti síðani stongina, tá hann slapp ígjøgnum lítla løtu seinni.
Í 2. hálvleiki var Hákun lýtaleysur - um tað so var uppá kontraálop ella ikki, Fýra av fýra og eitt var enntá við veikaru høgru hondini, tá hoyvíkingurin hjá Fücshe Berlin varð nakað kroystur men onkursvegna fekk sníkt bóltin í netið.
Samanlagt fimm mál og tað var næstflest í opnum spæli á heimaliðnum. Flott avrik av føroyska landsliðsvonginum.
Tað var vongurin hinumegin Hákuni, Tim Freihöfer, sum varð toppskjútti við 12 málum. Harav vóru heili átta við brotsskasti. Mathias Gidsel var annars ikki óvæntað heilt stóri spælarin. Heimsins besti skoraði átta mál, legði upp til fýra og gav annars Flensburg-Handewitt verjuni nógv høvuðbrýggj. Saknurin av skadda Lasse Andersson var ikki serliga stórur, og í málinum hevði Dejan Milosavljev heili 15 bjargingar.
Heimaliðið var omaná so at siga allan vegin; spælið var skjótt og gott og við fáum mistøkum. Í steðginum var støðan 19-16, og endaliga úrslitið var 36-31. Tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur í 2. hálvleiki, har Flensburg í løtum bert hevði danskar landsliðsspælarar inni.
Ein av teimum fekk tvær skotroyndir og skoraði uppá báðar. Jóhan á Plógv Hansen, sum fer úr Flensburg í summar, var kaldur og snildur, tá hann fekk møguleikan.
Við úrslitinum er Fücshe Berlin nú á 3. plássi við 31 stigum. Hákun og teir fóru frammum Elias og Kiel, eru beint aftanfyri Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf, og eru væl við í Champions League/meistarstríðnum. Flensburg-Handewitt er á 5. plássi - framvegis við 28 stigum.
Jóhan á Plógv Hansen gjørdi tað, sum hann kundi í álopsstøðu í tapinum í Berlin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald