Annað

Haldor Holm hattrik til Jákup

Jákup Lundsbjerg Baldvinsson vann um vikuskiftið Haldor Holm Cup triðja árið á rað.

Jákup Lundsbjerg Baldvinsson og Beinta Klakstein, næstforkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Jógvan Jørgensen)

Jákup Lundsbjerg Baldvinsson og Beinta Klakstein, næstforkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Jógvan Jørgensen)

2018-10-14 14:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið varð 29. útgávan av serligu billardkappingini Haldor Holm Cup avgreidd í Klaksvík.

Fyrsta kappingin var afturi í 1989, og spælt er á hvørjum ári, undantikið ár 2000. Kappingin er blivin vunnin av mongum dugnaligum leikarum, og ársins útgáva bleiv vunnin av Jákupi Lundsbjerg Baldvinssyni úr Billardfelag Fuglafjarða. Hetta var triðja árið á rað, at evnaríki fuglfirðingurin streyk avstað við fremsta plássi.

Næstur suverena Jákupi kom Páll Heri Nolsøe, eitt ungt stjørnuskot úr Tvøroyrar Billardfelag, og nummar trý bleiv mest vinnandi Haldor Holm Cup leikarin, Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.

Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen eru teir, ið hava vunnið kappingina oftast. Teir hava sjey sigrar hvør. Í hølinum á teimum er Hallur Joensen, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir. Og við einum reinum hattrikki av Haldor Holm sigrum otar Jákup seg nú enn tættari absolutta oddinum.

Úrslit frá Haldor Holm Cup 2018
1. Jákup L. Baldvinsson - 2386 (34,55 í miðal)
2. Páll Heri Nolsøe - 2254 (28,18)
3. Kristian Suni Høgnesen - 2220 (27,75)
4. Jens Kjartan Feilberg - 1912 (23,9)
5. Jógvan Jørgensen - 1572 (23,5)

(Billardsamband Føroya - Niels Petersen, billard.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder