Fótbóltur

Hallur ársins leikari hjá Horsens

Føroyski miðvallarin hevði eitt sera gott kappingarár í Superligaini.

Landsliðsleikarin fekk heiðurin í Horsens (Mynd: Jens Kr. Vang)

Landsliðsleikarin fekk heiðurin í Horsens (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-23 09:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun kunngjørdi AC Horsens, hvør teirra ársins leikari er fyri 2018/2019. Og tað var føroyingurin í hópinum, Hallur Hansson, ið fekk heiðurin.

Eftir eina góða byrjan uppá árið, har Horsens millum annað vann í Parkini við málið frá Halli, gekk tað bara ein veg seinastu mánaðirnar. Frá at kappast um at koma í topp-seks leingi, fór tað til, at tað skuldi ein smalur sigur til yvir tveir dystir móti Vendsyssel fyri at tryggja at Horsens helt sær uppi. 

26-ára gamli føroyingurin spældi fyri tað mesta á sentrala miðvøllinum hjá liðnum, og hann skoraði sjey mál fyri Horsens. Hallur Hansson hevur gjørt greitt, at framtíðin hjá honum í felagnum er óviss. Hetta kemur tó uppá pláss komandi vikurnar. 


[object Object]((Hallur Hansson við gylta skógvinum ið sigur, at hann er ársins leikari í AC Horsense - Mynd: AC Horsens)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder