Fótbóltur

Hallur Hansson skoraði í Horsens sigri í Brøndby

Brøndby varð koppað á heimavølli, tá liðið hjá Bo Henriksen vitjaði í dag.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-08-04 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør skoraði hann í sigri hjá Horsens, tá liðið vann í Parkini tíðiliga í kappingarárinum - í dag skoraði Hallur Hansson, tá felag hansara vann á Brøndby á útivølli.

Horsens stóð yvirfyri einari truplari uppgávu í dag, tá liðið vitjaði á Brøndby Stadion. Horsens byrjaði tó dystin væl, og longu eftir 5 minuttir, stútaði Hallur Hansson bóltin flott í netið eftir innlegg úr vinstru. Miðvallarin rann væl inn í brotsteigin, og tað skuldi vísa seg, at málið gjørdist sera týdnignarmikið. 

Til ber at síggja málið her

Brøndby javnaði longu fimm minuttir seinni, men tá ein tími varð leiktur, gjørdi heimaliðið, ið spældi seg víðari úr Europa League í vikuni, sjálvmál.

Horsens vann harvið 2-1, og talan var um annan sigurin av fýra møguligum hjá 27-ára gamla Halli og liðfeløgunum. Hetta var fyrsta málið hjá landsliðsleikaranum í ár. Hann fekk eisini gult kort í dystinum - hansara triðja í ár.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder