Fótbóltur

Hallur Hansson verður ikki tøkur hósdagin

Landsliðsliðformaðurin hevur trupulleikar við knænum og spælir tískil ikki móti Montenegro. Hann verður tó til reiðar sunnudagin, váttar Eyðun Klakstein.

Hallur Hansson má aftur sita og hyggja at uttanfyri, tá landsliðið spælir í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson má aftur sita og hyggja at uttanfyri, tá landsliðið spælir í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-08 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hallur Hansson var ikki við til landsdystirnar fyrst í september vegna "slit" - hann, Patrik Johannesen og René Shaki Joensen høvdu tørv á einum steðgi í landsliðssteðginum, var metingin hjá venjara- og læknatoyminum.

Sí eisini: Hallur, René og Patrik eru ov skaðadarvaðir og slitnir í ltuni

Ein av hesum trimum føroyameistarunum var aftur á listanum hjá Eyðuni Klakstein í síðstu viku, tá landsliðið til dystirnar móti Montenegro og Kekkia varð úttikið. Men nú er greitt, at Hallur Hansson ikki verður við við til fyrra dystin á Tórsvølli hesa vikuna.

Tað váttaði landsliðsvenjarin á tíðindafundinum í dag.

- Hallur Hansson er ikki tøkur til dystin móti Montenegro í morgin.

Spurdur um hvør orsøkin er, sigur Eyðun Klakstein, at landsliðsliðformaðurin framvegis er heldur eymur í knænum. 

[object Object]
Savnmynd: Sverri Egholm

Hallur spældi fyri kortum tveir dystir uppá fimm dagar (móti B68 og 07 Vestur)

Mett verður at tað er best, at orkuríki miðvallarin nú bíðar longri. Ístaðin verður Hallur Hansson í hópinum til dystin móti Kekkia sunnudagin.

33-ára gamli KÍ-spælarin sleit krossbandið í 2022 og fek aftur trupulleikar í knænum seint í 2023. Hetta merkist enn í løtum, tó at Hallur Hansson í í 2025 hevur spælt allarflestu dystirnar fyri KÍ.

Føroyar og Montenegro spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 - meira av Tórsvølli seinni.

Sí eisini: Skulu stríðast um 3. plássið á Tórsvølli hóskvøldið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder