Hallur Hansson hevur havt eitt gott kappingarár í Superligaini. 26-ára gamli landsliðsleikarin hevur leikt væl á miðvøllinum hjá Horsens og er javnan komin á máltalvuna.
Aftur í gjárkvøldið sló Hallur til, tá Horsens vann í Århus. Longu í 4.minutti legði føroyingurin sítt lið á odda, tá hann smekkaði til stutt inni í brotsteiginum. Hallur var eisini við í 2-0 málinum hjá Micheal Lumb og var harvið umráðandi í 2-1 sigrinum, har hann eisini spældi allar 90 minuttirnar.
Hetta hevur ført við sær, at stóra danska ítrottarblaðið, Tipsbladet, hevur valt Hallur Hansson inn á Rundens Hold, har liðið fyri vikuna verður sett. Hallur kom inn á sentrala miðvøllin framum Zeca hjá FCK. Hallur er eisini saman við trimum øðrum í uppskoti til at vinna Rundens Spiller í fremstu donsku deildini. Til ber at atkvøða á Facebook-síðuni hjá Tipsbladet.
Føroyski miðvallarin hevur skorað 5 mál í 16 dystum fyri Horsens, sum í løtuni liggur á 6. plássið, ið gevur atgongd til endaspælið um meistaraheiti. Næsta uppgávan hjá Halli og Horsens er FCK á heimavølli sunnudagin.
Fótbóltur
Hallur í uppskoti til besta leikaran í umfarinum
Føroyski miðvallarin hjá Horsens skoraði í 2-1 sigrinum á AGF í gjárkvøldið og er á vikuliðnum hjá Tipsblaðnum.
Hallur Hansson, her til landsliðsvenjing, skoraði aftur fyri Horsens í gjár Mynd: Sverri Egholm)
2018-11-27 18:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald