Fótbóltur

Hallur nýggjur liðskipari

Tað verður Hallur Hansson, ið ber liðskiparabandið, tá føroyska A-landsliðið við monnum trýnur á Tórsvøll klokkan trý korter til átta hóskvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-02 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Hallur Hansson, ið ber liðskiparabandið, tá føroyska A-landsliðið við monnum trýnur á Tórsvøll klokkan trý korter til átta hóskvøldið, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Og soleiðis verður eisini næstu árini, tá føroyska landsliðið verður í dysti. Håkan Ericson hevur valt sín liðskipara, og valið fall á Hallur, sum eisini er liðskipari í danska felagnum, AC Horsens, har hann spælir dagliga.

[object Object]Hallur Hansson til venjingina á Tórsvølli í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

– Hetta er ein stór æra, og tað er við eyðmjúkleika, at eg nú skal bera arvin víðari eftir fyrst Fróða Benjaminsen, og síðani Atla Gregersen. Tað er stórt, tí teir báðar vóru – og eru tað enn – tvær stórar persónligheitir á hvør sín hátt, og tveir veruligir leiðarar. So eg havi nógv at liva upp til, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Nýggi liðskiparin hjá landsliðnum spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar í 2012, og hevur farnu átta árini spælt 46 dystir og skorað 4 mál.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

– Eg haldi sjálvur at eg makti uppgávuna sum liðskipari. Men uppgávan skal takast í álvara, og hon skal undir ongum umstøðum undirmetast. Annars gleði eg meg ótrúliga nógv til at spæla landsdystir aftur. Hetta verður spennandi, og vónandi kann hetta menna meg meir sum menniskja, sigur Hallur Hansson.

Hósdagin klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin er útidystur ímóti Andorra á skránni. Talan er um fyrstu dystur í UEFA Nations League 2020-2022 kappingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder