AC Horsens við Hallur Hansson á liðnum tók í dag ímóti Randers á CASA Arena. Horsens skuldi bert hava tað eina stigi, fyri at tryggja sær enn eitt kappingarár í Superliguni, sum er yvirskipaða málið hjá liðinum.
Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar í dystinum, sum endaði 0-0. Harvið fekk Horsens tað eina stigið, sum tryggjar teimum enn eitt ár í Superliguni.
Úrsliti ber eisini við sær, at Horsens hevur møguleikan at spæla seg út í Evropa. Tað er tó ein torførur vegur til Evropa plássi, har tey bæði liðini sum enda nummar eitt og tvey í niðurflytingar bólkunum, skulu spæla endadystir, har vinnarin møtir nummar trý ella fýra(veldst um hvør vinnur steypakappingina) í Meistarabólkinum á útivølli í einum dysti, har spælt verður um tað seinasta Europa League plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald