Fótbóltur

Hallur skoraði í stórtapið

FCK vant burturúr Horsens, ið spældi við tíggju monnum tað mesta av dystinum. Hallur Hansson kom tó á máltalvuna.

Hallur Hansson heldur fram at skora fyri Horsens

Hallur Hansson heldur fram at skora fyri Horsens

2018-12-02 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddaliðið FCK var á vitjan hjá Horsens í dag. Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar á sentrala miðvøllinum hjá heimaliðnum. Sonni Ragnar Nattestad sat seinna dystin yvir við leikbanni.

Um Horsens hevði fingið, varð liðið komið í topp-6 aftur. Hetta fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá málverjin, Matej Delac fekk beinleiðis reytt kort eftir 20 minuttir. FCK revsaði hetta skjótt við tveimum málum, men í yvirtíðini í 1. hálvleiki gav Hallur Hansson heimaliðnum eina vón, tá hann minkaði til 1-2.

Munurin var tó ov stórur, og liðið úr høvuðsstaðnum avgjørdi dystin miðskeiðis í 2. hálvleiki við tveimum skjótum málum og skoraði so tvær ferðir afturat. Robert Skov, ið var við at vinna í føroyska U21-landsliðnum í oktober, skoraði hattrik fyri FCK, og er nú toppskjútti í deildini. Við sigrinum legði FCK seg aftur trý stig frammum FC Midtjylland í oddinum.

Horsens er á 7.plássið, nú tveir dystir eru eftir áðrenn steðgin, og áðrenn kappingin veðrur deild upp. Liðið hjá Halli kann framvegis koma ímillum seks tey ovastu; í DM-bólkin. 26-ára gamli føroyingurin hevur skorað seks mál í 17 dystum í Superligaini í ár. Hann er nummar 8 á toppskjúttalistanum.     

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder