Fótbóltur

Hálvleikur hjá U21: Mótbrekkan brøtt

Minni enn eitt korter skuldi tað taka grikkum at koma framum móti føroysku U21 dreingjunum hjá Føroyum.

Tað er heilt fínt fótbóltsveður í Klaksvík, hóast hendinga sirm. (Mynd: Áron Vest)

Tað er heilt fínt fótbóltsveður í Klaksvík, hóast hendinga sirm. (Mynd: Áron Vest)

2024-09-10 18:30 Author image
Áron Vest
placeholder

Grikkar hava sitið á tí mesta við Djúpumýru í kvøld. Leikliga yvirvágin er follin í teirra lut, hóast føroysku dreingirnir gera sítt til at geva teimum skarpan gang.

Olaf Bárðarson átti eitt sera lovandi álop, har hann í vinstru síðu trekti seg snilt forbí Athanasios Koutsogoulas, kom inn í brotsteigin hjá grikkum, men dómaratoymið sá bóltin vera úti onkursvegna og dømdu tískil innkast. Hetta var helst vandamiklasta royndin hjá føroysku dreingjunum.

Málið hjá grikkum kom í 13. minutti. Ein stórspælandi Christos Kourfalidis verður spældur eitt stutt innlegg úr vinstru síðu, og við fyrstu nerting smekkar hann bóltin hegnisliga í netið. Ari í Haraldsstovu Petersen í føroyska málinum fekk ikki steðgað bóltinum.

Knappar 10 minuttir eftir fyrra málið, so var aftur mál til grikkar. Heldur snopisliga fekk Ilias Kostis stúta bóltin í málið, og vóru okkara dreingir ov stuttir til at bjarga bóltinum. 

Heini Sørensen, ið dagliga leikar við Thisted FC í Danmark, fekk ein snudd tá umleið ein hálvur tími var farin. Hann fekk viðgerð á vøllinum og var tað hesir minuttirnir ið gjørdu, at dómarin legði minuttirnar afturat.

Tað eru nógvar deyðbóltsroyndir, sum tykist at vera tað, ið okkara dreingir spæla uppá. Enn hevur tað ikki eydnast, men Olaf Bárðarson fekk aftur ein leiklut, tá hann tók fríspark úr vinstru síðu, og við fínum innleggi var um reppið at bólturin rakk einum føroyskum leikara. Konstantinos Balomenos í grikska málinum fekk lofta bóltinum.

Tær skotroyndir, og tær vandamiklu støðurnar ið hava verið, hava gestirnir átt flest. Nú hálvleikur er, má Eyðun Klakstein, U21 landsliðsvenjari, finna eitthvørt gandakent upplegg fram, ið kann venda gongdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder