Fótbóltur

Hamsik skiftir til Kina

Ein av profilinum í Serie A skiftir nú Napoli út við Dalian Yifang.

Marek Hamsik takkar nú fyri seg í Napoli
(Mynd: EPA)

Marek Hamsik takkar nú fyri seg í Napoli (Mynd: EPA)

2019-02-14 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Marek Hamsik hevur støðu sum legenda í Napoli. Slovakiski miðvallarin hevur verið liðformaður og størsta stjørnan í felagnum í longri tíð í. Hann hevur spælt flest dystir (511) og skorað flest mál (115) í søgu felagsins. Men nú fer 31-ára gamli leikarin ikki longur at umboða felagið í Suðuritalia. Hamsik er seldur til Dalian Yifang í Kina.

Aurelio De Laurentiis, forsetin í Napoli, váttaði skiftið á einari útvarpsstøð í gjárkvøldið, og seinnapartin í dag hava miðlar sum BBC skrivað um tað. De Laurentiis ynksti Hamsik alt tað besta í Kina, og segði at hurðin altíð verður opin fyri slovakanum í Napoli.

Leikarin sjálvur skrivaði á Instagram, at hann elskaði býin, har síni trý børn vóru fødd. Hann takkaði áskoðarunum fyri sín framúr góða stuðul, og bar um umbering fyri at hann ikki fekk sagt ordiliga farvæl. Hann nevndi eisini stoltleikan av at bróta málmetið, ið Diego Maradona setti, og at vinna fyrstu Coppa Italia hjá felagnum í 20 ár. Hamsik var við at vinna steypakappingina í 2012 og 2014.

Skiftið hevur leingi verið á veg, og kom nú endliga uppá pláss, eftir at partarnir gjørdust samdur um ein keypsprís uppá áleið 150 milliónir krónir. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at Marik Hamsik fær eina ársløn uppá 67 milliónir krónir í Dalian Yifang, har slovakin gerst liðfelagið við ímillum annað Yannick Carrasco. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder