Fótbóltur

Hannes Agnarsson heldur fram í B36

Kviki ungi maðurin hevur verið plágaður av skaðum men hevur havt fleiri serligar løtur í hvíta búnanum, og hann kann gerast ein umráðandi brikkur hjá Dan Brimsvík.

Hannes Agnarsson í gjøgnumbroti móti Levadia Tallinn. Hetta serliga kvøldið á Tórsvølli skoraði hann sigursmálið fyri B36 (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hannes Agnarsson í gjøgnumbroti móti Levadia Tallinn. Hetta serliga kvøldið á Tórsvølli skoraði hann sigursmálið fyri B36 (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-12-23 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var hann, sum kom inn í steypafinaluni móti HB í 2018 og javnaði í yvirtíðini, tá B36 leikti við bert níggum monnum. B36 vann finaluna eftir brotssparkskapping. Hann kom inn í Europa League dystinum á Tórsvølli móti Levadia Tallinn í august, skapti órógv og skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini.

Samanlagt hevur 21-ára gamli Hannes Agnarsson spælt 82 dystir fyri besta liðið hjá B36, og sera skjóti vongurin hevur skorað ellivu mál fyri barndómsfelagið. At talan ikki hevur verið um fleiri dystir enn teir 82, eru skaðar orsøkin til. Summi ár síðani gjøgnumbrotið í 2016 hevur Hannes spælt heldur lítið, tí hann ikki hevur verið tøkur. 

Í ár var Hannes Agnarsson við í 21 dystum hjá besta liðnum, og tað var serliga í omanfyri nevnda evropeiska dysti, at hann gjørdi vart við seg. Nú hava partarnir longt samstarvið, so tað er galdandi fyri 2021 eisini. So er spurningurin, um Hannes veruliga megnar at bíta seg fastan á liðið hjá Dan Brimsvík, og um hann sleppur undan vøddaskaðum og øðrum, ið hava lagt meinbogar í vegin.

Mánadagin varð greitt, at Sebastian Pingel heldur fram í felagnum, og hóast tað ikki er kunngjørt enn, so tykist tað heilt greitt, at Bárður Olsen legst afturat. B36 leitar í løtuni eftir styrki - serliga uttanfyri landoddarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder