Hann hevur samanlagt spælt 376 dystir í Betrideildini. Felagið, ið víkamaðurin hevur umboðað oftast, hevur verið barndómsfelagið, og eftir summarstegðin í farna kappingarárið spældi Bárður Olsen 15 dystir fyri EB/Streym. Tekniskt gávaði miðvallarin við góða spælskilinum skoraði trý góð mál í hesum dystum.
Nú er greitt, at Bárður ikki heldur fram í EB/Streymi. Fyri løtu síðani hevur hann á Facebooksíðuni hjá Fjepparafelagið EB/Streyms takkað fyri seg.
Har hevur Bárður Olsen millum annað skrivað, at hann framvegis ætlar at spæla fótbólt, og sambært góðum keldum hjá Portalinum verður hetta í B36 og kemur hetta uppá pláss skjótt. 35-ára gamli miðvallarin spældi í fjør níggju dystir við næstbesta liðnum hjá B36 og umboðaði felagið í fremstu røð í 2010 og 2012.
Les eisini: Ronni Møller Iversen er nú EB/Streymari
Fótbóltur
Bárður heldur ikki fram í EB/Streymi
35-ára gamli miðvallarin gjørdi mun fyri barndómsfelagið í seinnu hálvu í ár. Komandi ár verður hann helst partur av hópinum hjá B36.
Bárður Olsen kemur helst at hava sín fótbóltsheimstað í Gundadali komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)
2020-12-20 13:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald