Fótbóltur

Hanus og Lukas danskir meistarar

Føroysku U-landsliðsleikararnir hava vunnið DM í U19-deildini við FC Midtjyllandi.

Hanus Sørensen og Lukas Giessing við DM-steypið og gullheiðursmerkjum

Hanus Sørensen og Lukas Giessing við DM-steypið og gullheiðursmerkjum

2019-06-15 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir ungir føroyskir leikarar royna seg í útlendskum feløgum. Sonni Ragnar Nattestad og Jákup L. Thomsen hava verið ígjøgnum góðu ungdómsdeildina hjá FC Midtjyllandi, og nú eru nakrir føroyingar í felagnum. Tveir av teimum hava í ár spælt við elsta ungdómsliðnum. Teir eru Hanus Sørensen, ið kom úr HB fyri trimum árum síðani, og Lukas Greena Giessing, ið er uppvaksin í Danmark. Pápin er fyrrverandi HB-leikarain og ein av "Landskrona-hetjunum": Julian Frank Hansen.

Hanus og Lukas hava seinastu árini gjørt vart við seg á ymsu ungdómslandsliðunum. Lukas er eitt ár eldri og kom inn til sín fyrsta U21-landsdyst í seinastu viku. Báðir vóru við at spæla Føroyar í EM-endaspælið fyri U17-landslið í 2017 við m.a sera týðandi málum; Lukas gjørdist skaddur heilt stutt áðrenn endsapælið í Kroatia, men Hanus var við.    

[object Object]

FC Midtjylland fekk í dag steyp og gullheiðursmerki handað. Meistaraheitið gjørdist veruleiki, tá Aab í seinastu viku ikki megnaði at vinna á Silkeborg. FCM vann uppá betri málúrtøku, og harvið endar árið hjá liðinum hjá Lukasi og Hanusi væl. Liðið gjørdi tað eisini sera gott í UEFA Youth League, har Manchester United varð útsligið í Herning í áttandapartsfinaluni. Ævintýrið endaði í fjórðingsfinaluni ímóti Porto. 

Lukas Greena Giessing er nú ov gamal til ungdómsfótbólt í Danmark, og samstarvið millum hann og FC Midtjylland endar í summar. Tað er óvist, hvar hansara fótbóltsframtíð liggur. Hanus Sørensen var í yngra árganginum í ár. Hann verður eldri U19-leikari næsta ár og hevur eitt og eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við danska felagið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder