Fótbóltur

Hasenhuttl nærkast Southampton

Fyrrverandi venjarin hjá RB Leipzig hevur sagt ja til 2,5 ára sáttmála.

2018-12-04 11:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi venjarin hjá RB Leipzig, Ralph Hasenhuttl, nærkast Southampton. Southampton valdi í gjár at koyra Mark Hughes eftir at hesin bert hevur megnað at vinna 9 stig eftir 14 dystum í verandi kappingarári.

Sky Sports News avdúkaði í gjárkvøldið, at Hasenhuttl hevði sagt ja til at taka yvir eftir Hughes, og nú er maðurin úr Eysturríki á veg til Onglands, har hann væntandi fer at skriva undir sáttmálan. Hann verður væntandi á áskoðaraplássinum, tá Southampton spælir móti Tottenham á Wembley mikukvøldið.

Hasenhuttl førdi RB Leipzig til 2. pláss í fyrsta árið felagið var í bestu týsku deildini. Síðani leiddi hann liðið í Champions League árið eftir, har teir endaðu á triðja plássi í bólkaspælinum og tí skuldu spæla víðari í Europa League. Har bleiv tað til eitt pláss í fjórðingsfinaluni, áðrenn liðið fór úr kappingini.

Hasenhuttl of RB Leipzig fór hvør sín veg eftir at felagið endaði á sætta plássi í bestu týsku deildini farnar kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder