Klokkan 20 í annaðkvøld spæla Føroyar og Kekkia EM-undankappingardyst í Høllini á Hálsi. Kekkia er styrkismett hægst í bólkinum og Føroyar lægstar. Kekkar hava staðið seg heilt væl í tveimum teimum seinastu EM-endspælunum, so talan verður um eina trupla uppgávua hjá føroyska liðnum, ið ikki hevur spælt ein dyst í nærum eitt ár.
Kekkia er eisini stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum og gevur bert peningin millum 1,20 til 1,30 aftur hjá fimm av teimum størstu veddingarfyritøkunum. Føroyar geva fimm ferðir ella beint omanfyri tað aftur.
Sonni Larsen leggur Filip Jojic og øðrum lag á (Mynd: HSF)
Føroyska liðið hevur upp til jólar, millum jól og nýggjár og eftir nýggjár havt fleiri venjingar sum fyrireiking, og í kvøld vandi liðið hjá Sonni Larsen fyri seinastu ferð undan dystinum. Tað var í Høllini á Hálsi.
Filip Jojic var ímillum teir 16, sum vandu við. Bakkurin úr VÍF hevur verið ivasamur orsakað av trupulleikum við tjúkkanum, men hann verður til reiðar til dystin og fær harvið sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar.
Eingir áskoðarar verða til dystin orsakað av koronastøðuni. Kekkia hevur ikki sín høvuðsvenjara og hjálparvenjara við vegna koronusmittu.
Les eisini: Venjarar hjá Kekkia smittaðir við koronu
Føroyski hópurin til dystirnar móti Kekkia:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald