Í august vóru koronatilburðir staðfestir hjá slovakiska fótbóltsfelagnum Slovan Bratislava áðrenn fráðferð til Føroya í samband við Champions League-dyst móti KÍ. Koronatilburðir vóru eisini staðfestir í ferðaløgunum, sum komu til Føroyar, hópurin noyddist í sóttarhald/av landinum og dysturin varð av ongum.
Tað er einki sum bendir á, at dysturin í Høllini á Hálsi í morgin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Kekkia, sum longu er útsettir einaferð orsakað av koronustøðuni í Kekkia, ikki verður til nakað. Hetta hóast positivar smittutilburðir í kekkiska venjaratoyminum. Høvuðsvenjarin Jan Filip, ið skoraði heili 960 mál í 220 dystum sum høgri vongur á kekkiska landsliðnum, og hjálparvenjarin Daniel Kubes, tveir metrar høgi fyrrverandi strikuspælarin við 136 landsdystum, fingu staðfest smittuna 2. januar.
Tá hevði Kubes í øllum førum ikki verið í sambandi við nakran leikara í hópinum, skrivar heimasíðan hjá kekkiska hondbóltssambandinum. Í mun til Filip, hevur Kubes sjúkueyðkenni. Hjálparvenjarin sigur, at hann ikki undirmetir koronavirusið, men nú vónar hann at koma fyri seg, so at hann kann verða við til HM. Kekkia skal til endaspælið í Egyptalandi í komandi viku.
Fyrst eru tó teir fyrstu EM-undnakappingardystirnir á skránni. Báðir eru ímóti Føroyum, og til dystin á Hálsi í morgin verða tað málmansvenjarin Petr Štochl og ungdómslandsliðsvenjarin Pavel Pauza, ið áður hevur staðið á odda fyri manslandsliðnum, sum skulu stýra kekkiska liðnum. Filip og Kubes hava verið í samskifti við bráfeingis venjaratoymi og við leikarahópin undir fyrireikingunum, sum kekkiska liðið hevur havt í Plzen seinastu dagarnar. Tað er har, at seinni dysturin millum Føroyar og Kekkia verður leiktur - tað verður leygarkvøldið.
Heimasíðan hjá kekkiska hondbóltssambandinum skrivar, at allir leikararnir eru testaðir negativt, og tað at fleiri av leikarunum hava havt koronasmittuna áður ger, at smittuvandin er lægri í hópinum.
Føroyar og Kekkia spæla í annaðkvøld klokkan 20.00. Eingir áskoðarar verða til dystin, og tað verða strong koronakrøv til tey sum virka í høllini - millum annað fjølmiðlar.
Hondbóltur
Venjarar hjá Kekkia smittaðir við koronu
Harvið vera Jan Filip og Daniel Kubes ikki við í ferðalagnum til Føroyar - teir hava seinastu dagarnar fyrireika liðið til EM-undankappingardystin, sum verður í Høllini á Hálsi í morgin, yvir alnótina. Allir leikarar eru testaðir negativt.
Jan Filip (t.h) og Daniel Kubes (t.v) fingu staðfest koronasmittuna 2. januar
2021-01-05 12:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald