Fótbóltur

Hava sett kós móti fyrstu avbjóðingini í ár

A-landsliðið hjá kvinnum byrjar Nations League-kappingina við tveimum útidystum - tann fyrri verður móti favorittunum í bólkinum fríggjadagin.

Til Slovakia at spæla. Føroyar spæla fyrsta kappingardystin í 2025 fríggjadagin 21. februar klokkan 18 (Mynd: FSF)

Til Slovakia at spæla. Føroyar spæla fyrsta kappingardystin í 2025 fríggjadagin 21. februar klokkan 18 (Mynd: FSF)

2025-02-18 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í morgun settu kvinnurnar kós ímóti Slovakia, har fyrsti dysturin í UEFA Nations League 2025 er á skránni.

Hesin dysturin, móti favorittunum í bólkinum, verður spældur fríggjadagin 21. februar klokkan 18.

Um vikuskifti gongur leiðin víðari til Gibraltar. Har hava Føroyar á pappírinum væl betri møguleika fyri stigum. Tann dysturin verður spældur um eina viku, týsdagin 25. februar.

Talan er um Deild C. Føroyar vóru í næsthægsta styrkisbólki í hesi niðastu deildini. Stigini í EM-undankappingini í fjør - móti Andorra og Montenegro - hava gjørt sítt hesum viðvíkjandi.

[object Object]
Birta Ryan og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir fegnast eftir sigur á Tórsvølli í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hópurin
Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.

Moldova er seinasta liðið í bólkinum. Tað er styrkismett millum Føroyar og Gibraltar.

Pætur Smith Clementesen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum og fyrrverandi venjari hjá A-landsliðnum, er fyribils venjari hetta hálvárið.

Kelda: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder