Hondbóltur

Hava tryggjað yvir 2.000 EM-atgongumerki til føroyingar

Tey umleið 2.200 atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. mai klokkan 12. Tá verður leinkja løgd út á síðuna hjá HSF.

Í fyrstu syftu er talan um pakka-atgongumerki til sama øki í Mercedes-Benz Arena og til allar dystirnar hjá Føroyum, umframt hinar í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu syftu er talan um pakka-atgongumerki til sama øki í Mercedes-Benz Arena og til allar dystirnar hjá Føroyum, umframt hinar í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-12 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur seinastu dagarnar arbeitt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt. Nú er greitt, hvussu nógv "føroysk" atgongumerki verða til EM-dystirnar í Berlin í januar, og nær tað ber til at keypa.   

Heimasíðan hsf.fo skrivar í dag, at omanfyri 2.200 atgongumerki eru tryggjaði føroyingum, og til ber at royna at fáa fatur á teimum frá mikudegnum 17 mai, klokkan 12 koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu.

Sí eisini: Hans Jón Thomsen: - Hugaligt um 2.000 føroyingar komu til dystirnar

Talan er pakka-atgongumerki, ið øll eru til sama øki í stóru Mercedes-Benz Arena í týska høvuðsstaðnum. Hesi geva atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Hondbóltssambandið greiðir soleiðis frá, hvussu tað gongur fyri seg:

- Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og 408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.


[object Object]
Økið í horninum har helst heilt nógvir føroyingar verða (Mynd: HSF)

Frá 31. mai ber til at keypa dagsatgongumerki - til einstakan dyst hjá Føroyum umframt hin dystin í bólkinum tann dagin. Atgongumerki, sum ikki eru tilskillaði eitt av liðunum, fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni heretoplay.com

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum í Berlin liggja soleiðis:

Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg - Pólland

Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland - Slovenia

Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia - Noreg

Við hesum er greitt, at nógv tað minsta landið - í mun til fólkatal - í endaspælinum kann verða heilt væl umboðað á áskoðaraplássinum í januar 2024. Eisini gevur hetta møguleikan fyri, at nógvir føroyingar kunnu skapa eitt huglag saman. 

Hondbóltssambandið vísir til Hans Jón Thomsen, [email protected], tlf. 783300 ella Hallur Danielsen, [email protected], tlf. 231982, um ivamál er um atgongumerkini.

[object Object]
Mynd: EHF/HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder