Hondbóltur

Havnarfinala um at koma aftur á tindin

Kyndil kann endurvinna steypið, meðan Neistin kann vinna fyri fyrstu ferð síðani 2012.

Kyndil og Neistin stríðast um steypið hjá monnum í morgin
(Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og Neistin stríðast um steypið hjá monnum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-22 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru teir í grønum ímóti teimum í bláum. Tað er ein partur av fólkunum í høvuðsstaðnum ímóti hinum. Tað er tann stóri finaludagurin; eitt steyp er uppá spæl, tá Neistin og Kyndil bresta saman í morgin.

Nógv bendir á, at tað verður ein ógvuliga tættir dystur, tá grannarnir hittast í Stórhøllini, har bæði liðini hava heimavøll. Tríggir innanhýsis dystir eru leiktir ímillum liðini. Í Okkara-deildini vann Kyndil við einum málið miðskeiðis í oktober, og í desember endaði tað við javnleiki. Í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini vann Neistin við tveimum málum. Harvið hava teir í bláum vunnið á Kyndli í steypakappingini, og liðini hava fingið hvør sín sigur í innanhýsis dystunum í ár.

Bæði liðini hava sterka manning, og tvey stig skilja í løtuni oddaliðið Neistan og Kyndil í oddaliðið. Liðini bastu ávíkavist KÍF og H71 í hálvfinalunum. Kyndil vann steypafinaluna á H71 í fjør. Í hesari øldini hevur Kyndil vunnið steypakappingina fimm ferðir - í 2000 var tað ímóti Neistanum. Bert StÍF hevur lyft steypið oftari í hesari øldini, men tilsamans hevur Kyndil vunnið kappingina oftast - 11 ferðir. Neistin hevur vunnið seks ferðir. Frá 2009 til 2012 sat liðið á steypakappingini, men síðani hava teir bláu úr Havn tapt tvær finalur - í 2015 og 2016.

Pætur Mikkjalsson og Hjalti Mohr Jacobsen siga báðir, at sítt lið er ógvuliga motiverað til dystin. Neistin vil aftur á tindin, meðan Kyndil vil endurvinna. Báðir leikarar siga, at tað gevur nakað eyka, at talan er um eina grannauppgerð í finaluni, og tað veðrur talan um ein tættan dyst. 

Les samrøðuna við Pætur Mikkjalsson her
Les samrøðuna við Hjalta Mohr Jacobsen her

Tað er nógvir profilar á báðum liðum, og tað veðrur spenandni at síggja hvørjir traðka í karakter í morgin. Dysturin byrjarj klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder