Seinnapartin leygardagin skal Kyndil royna at endurvainna steypakappingina. Fyri at gera tað, skulu teir grønu basa grannunum úr Neistanum. Hjalti Mohr Jacobsen hjá Kyndli sigur, at eitt sindur meira tíð ferð til fyrireiking hesa vikuna:
- Hetta er ein heilt serligur dystur, so tí brúka vit eitt sindur ev eyka tíð at fyrireika okkum. Vit brúka eitt sindur av eyka tíð at hyggja video av gomlum dystum, og so verður størsti partur av venjingunum brúktir til taktisk upplegg. Á sjálvum leikdegnum líkist fyrireikingin einum vanligum dysti. Hvør leikari hevur sínar egnu vanar á einum leikdegi, og tann partin broyta vit ikki, sjálvt um júst hesin dystur er meira týdningarmikil.
Bakspælarin heldur, at við bakgrund av innanhýsis dystunum ímillum liðini í ar, so verður tað allarhelst ein ógvuliga tøtt finala leygardagin:
Eg vænti ein sera tættan dyst. Vit hava leikt tríggjar ferðir ímóti Neistanum hetta kappingarárið. Tvær ferðir í landskapping og eina ferð í bólkaspælinum í steypakappingini. Í landskappingini hava vit vunnið ein dyst við einum máli, og seinni dysturin endaði við javnleiki. Í steypakappingin taptu vit við tveimum málum. So nógv bendir á, at liðini eru jøvn, og tí vænti eg ein tættan dyst.
Í fjør vann Kyndil heldur yvirraskandi steypafinaluna á H71 við sjey málum. Í Kyndla-leguni vilja Hjalti og hinir uppliva kensluna aftur, og 33-ára gamli leikarin nevnir tveir á mótstøðuliðnum, ið skulu steðgast í verjustøðu:
- Vit eru so motiveraðir, sum vit kunnu blíva. Teir flestu av okkum vóru við at vinna í fjør, so vit hava roynt hasa vinnandi kensluna, og hana tráa vit eftir at uppliva aftur í ár. Neistin hevur fyrst og fremst eina krútsterka verju og helst besta málmannin í deildini, sum hevur voldið okkum stórar trupulleikar síðstu árini. Í álopinum hava teir nógvar streingir at spæla uppá, men um vit skulu vinna leygardagin, so er tað serliga Rasmus Søby og Tróndur Kragesteen, sum vit skulu steðga. Teir báðir hava havt eitt framúr kappingarár.
Til seinast sigur Hjalti Mohr Jacobsen, ið leikti eina sera góða finalu í fjør, at tað hevur týdning fyri finaluna, at talan er um grannauppgerð, og at dysturin hevur nógv at siga hansara felag:
- Tað spælir inn, at tað er ein grannauppgerð. Vit venja og hava heimadystir í somu høll, so tað er sjálvandi nakað serligt at spæla ein so týðandi dyst ímóti leikarum, sum tú møtir til dagliga. Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera finaludagin serligan. Á finaludegnum verður Høllin á Hálsi umskipa við nýggjum leikvølli og serligum áskoðaraplássum. Í fjør vóru 2.500 áskoðarar til steypafinaluna, so hetta er avgjørt einstaki dysturin í kappingarárinum, sum fær mest umrøðu og flest áskoðarar. Og so hevur hesin dysturin stóran týdning fyri felagið, tí nærmast øll, sum hava tilknýti til Kyndil, møtast hendan dagin og vísa sín stuðul
Fyrsta bríksl í Stórhøllini leygardagin verður klokkan 16.00.
Les eisini: Pætur Mikkjalsson: Menn eru ógvuliga svangir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald