Fótbóltur

Hazard: Finalusigur besti mátin at siga farvæl uppá

Belgiski leikarin skiftir eftir øllum at døma frá Chelsea í summar.

Hazard til venjing hjá Chelsea í Baku undan Europa League-finaluni (Mynd: EPA)

Hazard til venjing hjá Chelsea í Baku undan Europa League-finaluni (Mynd: EPA)

2019-05-28 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Europa League-finalan í Baku í morgin verður helst seinasti dystur hjá Eden Hazard í bláu troyggjuni. 28-ára gamli leikarin segði fyri stuttum, at avgerð er tikin um framtíð hansara, og at hetta verður kunngjørt eftir finaluna, ið Chelsea spælir móti Arsenal í morgin.

Tað er serliga Real Madrid, ið Hazard hevur verið settur í samband við. Spanska kongafelagið tykist at vilja gera dugnaliga leikaran til ein av sínum lyklaleikarunum, nú Real skal byggja uppaftur. Leikarin sigur, at hann ikki kundi ímyndað sær at spælt við øðrum felagið í Onglandi. Hazard staðfestir, at einki er endaliga komið uppá pláss, og at hann sær fram til finaluna:   

"Tað er ein evropeisk kapping, so fyri meg, felagið, venjaran og fyri áskoðarnir er tað nakað sera umráðandi. Tá tú spælir eina finalu, so er tað líka mikið, um tað er Champions League, Europa League ella League Cup; so vilt tú bara vinna, og so vilt tú bara fáa steypið við heim og fegnast um tað. 

Eden Hazard sigur, at eftir tapið í League Cup-finaluni fyri Manchester City, so gjørdist hetta steypið, sum teir kunnu enda við at fáa, og hann vil gera alt fyri at vinna Europa League - um so tað er seinasti dystur hansara við Chelsea ella ikki. 

"Eg vil bara vinna steypið. Tað hevur einki at siga, um eg skori ella ikki skori. Um tað er mín seinasti dystur, so hopi eg bara at fáa steypið við heim. Hevði tað verið eitt perfekt farvæl ? Ja

Chelsea og Arsenal spæla finaluna í annaðkvøld klokkan 20.00.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder