placeholder
Fótbóltur

HB avgjørdi dystin í seinna hálvleiki

TB gav føroyameistaranum skarpan gang, men HB var omaná og er nú á 2. plássi í Betrideildini.

Bartal Wardum skoraði til 3-0 fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Wardum skoraði til 3-0 fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-27 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru nógv fólk komin saman til fyrsta dystin í 16. umfari og tann fyrsta í seinnu hálvu, og talan var um ein lívligan klassikara frá byrjan. HB var meira á bóltinum og søkti at, men gestirnir vóru eisini ágangandi og vóru veruliga við í dystinum; serliga til tjúgu minuttir vóru eftir. Gamlir kenningar vóru aftur í TB-troyggjuni (Heine Mortensen, Martin Tausen og Erikur Ellendersen), Poul Ingason var aftur frá skaða, og Luc Micheal Jeggo er framvegis í felagum. Hjá HB var liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen á bonkinum frá byrjan. 

Eftir fimm minuttir rakti Daniel Johansen tvørtræðið við sínum frálíka vinstra beini. Skotið frá brotsteigarmarinum var ikki tann einasta vandamikla royndin frá HB fyrstu løtuna, men eftir at TB vóru nakað kroystir, mentist liðið skjótt og bjóðaði føroyameistarunum av.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Tað var tó HB, sum var omaná, og eftir nakrar naskar skotroyndir frá Adriani fekk HB ein tvífaldan møguleika stutt eftir, at hálvur tími var leiktur. Fyrst stútaði Ari Mohr Olsen innlegg frá Adriani á stongina, og síðani bjargaði Milos Budakovic væl, tá Símun Samuelsen fylgdi væl upp. TB endaði hálvleikinum væl við nógvari orku, og kom til tvær góðar støður. Eisini HB var nær við, beint áðrenn bríkslað varð fyri hálvleiki.  

Heimaliðið legði hart út eftir steðgin, og teir sebra-littu komu undir trýst. Nakrar støður vóru í TB-brotsteignum fyrstu minuttirnar. Eftir fimm minuttir bjargaði Milos væl frá einum púra Símuni Samuelsen, men tveir minuttir seinni fekk hann ikki vart fyri, tá Dan í Soylu royndi. Sandoyingurin, ið var so nær við sum gjørligt at tryggja HB sigurin ímóti Linfield, varð spældur púra leysur av Lassa Andersen. 

[object Object]
(Lasse Andersen, ið legði upp til 1-0 málið, hevði sínar nærdystir við Ken Fagerberg - Mynd: Sverri Egholm) 

TB svaraði væl aftur eftir málið, og søkti at eftir útjavnandi málinum. Útiliðið kom til støður, men málverjin var eisini noyddur at verja væl fyri góðum langskoti frá Magnusi Egilssyni. Tað var eisini HB, ið fekk mál numar tvey. Sìmun Samuelsen varð feldur í brotsteignum, tá tjúgu minuttir vóru eftir, og so umsetti ársins leikari í 2018 sera trygt úr ellivu metrum. 

Hóast spenningurin um úrsltið sum so var farin, so helt fram TB fram at royna hart eftir málinum, og útiliðið kom eisini tætt uppá at minka um munin. Men ístaðin økti HB. Milos bjargaði skotroynd frá Pingel út til horna, og tað skeyt Adrian væl innfyri, og har var Bartal Wardum hægstur og fyrstur. Hóas TB bjóðaði av, so var HB stinnari og vann ein uppibornan og týdningarmiklan sigur. Nú er næsta málið hjá HB at koma víðari í Europa League.

Betrideildin, 16. umfar
Gundadalur, 27.07
HB - TB 3-0 (0-0)
53' Dan í Soylu 1-0
71' Adrian Rúnason Justinussen (br) 2-0
86' Bartal Wardum 3-0

HB(4-2-3-1): Teitur Matras Gestsson, Hørður H. Askham (72' Jógvan Rói Davidsen), Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Daniel Johansen (60' Brynjar Hlöðversson), Tróndur Jensen - Adrian Rúnason Justinussen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen (81' Sebastian Pingel) - Ari Mohr Olsen
Gult kort: Símun Samuelsen, Brynjar Hloðversson

TB (4-1-4-1): Milos Budakovic - Eirikur Ellendersen, Martin Tausen, Ndende Adama Gueye, Dánjal Godtfred - Heine Mortensen (73' Aron Sørensen) - Luc Micheal Jeggo, Poul Ingason (50' Nikolei Johannesen) , Veljko Vukovic, Ivan Ivanovic - Ken Fagerberg (79' Jens Erik Bruhn) 
Gult kort: Poul Ingason, Ivan Ivanovic

Dómari: Bjarki Danielsen

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 (15 dystir) 
2. HB 33 (16 dystir)
3. NSÍ 32 (14 dystir)
4. KÍ 32 (14 dystir)
5. B36 31 (14 dystir)
6. Skála 18 (15 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 8 (15 dystir)
9. ÍF 5 (15 dystir)
10. AB 4 (15 dystir)

17.00: Skála - ÍF
18.00: AB - EB/Streymur

Í morgin: 
B36 - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder