Fótbóltur

HB er í hálvfinaluni og í favorittleiklutinum

Áki Samuelsen og Mads Borchers stóðu fyri frálíku málunum, sum varpaðu grannarnar úr steypakappingini og staðfesti yvirveldið hjá HB í Gundadali. B68, EB/Streymur og 07 Vestur eru eisini víðari.

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar fyrstu 75 minuttirnar í Gundadali, men so sló HB til tvær ferðir, tá teir í reyðum og svørtum gagnnýtti plássið  (Mynd: Sverri Egholm)

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar fyrstu 75 minuttirnar í Gundadali, men so sló HB til tvær ferðir, tá teir í reyðum og svørtum gagnnýtti plássið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-09 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, og um eina lítla løtu verður greitt hvussu liðini spæla í hálvfinalunum.

Fyrsti dysturin varð bríkslaður í gongd klokkan 17 á Argjum. Har vann 07 Vestur 2-1. Til ber at lesa meira um dystin her.

Hinir tríggir byrjaðu klokkan 18, og tann stóri var í Gundadali. Har hendi ikki so nógv í fyrra hálvleiki, har B36 samanlagt var nakað omaná. HB hevði tó stóran møguleika tíðliga, tá Mads Borchers sendi bóltin í síðunetið - seinni noyddist Teitur Gestsson at jústa bóltin burtur eftir hart skot frá Jann Benjaminsen.

Júst Borchers fekk hol á, tá eitt korter var eftir. Hetta var, eftir at HB spældi seg úr B36-trýsti og Áki Samuelsen setti ferð á. Við frálíkum innleggið fann Áki danan, sum við aftaru stong var hægstur. Nakrar minuttir seinni vóru tað umbýttir leiklutir eftir umstilling: Mads Borchers setti ferð á og legði hart og væl inn úr vinstru, Áki tamdi bóltin væl, og smekkaði hann í málhornið til 2-0. Ungi HB'arin gjørdist eisini avgerandi í 1/8-finaluni í Sarpugerði. B36 søkti at seinastu løtuna og kundi væl fingið veruligan spenning í aftur, men seinasti neyvleikin manglaði í kvøld hjá teimum hvítkløddu, ið hava tað tungt við HB.

[object Object]
Borchers skorar til 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og Áki Samuelsen hevur her økt til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Tað var heitt til tíðir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
B36 søkti at seinastu løtuna...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Men til fánýtis...Málið hjá Teiti Gestsson varð hildið reint (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá grannauppgerðini her

B68 var greitt omaná fyri steðgin móti grannunum NSÍ og skoraði tvey mál,ar. Teir í gulum og svørtum komu betri út til seinna hálvleik, minkaðu um munin og fingu eisini stóran spenning í. Steffan Løkin minkaði um munin móti gamla felagi sínum, eftir at hann sjálvur vann bóltin, og rakti eisini stongina seint í dystinum. Tað var tó fýrverk og frøi á teimum reyðkløddu á Svangaskarði, nú B68 vann á grannunum og fyri fyrstu ferð síðani 2014 er í einari hálvfinalu.

EB/Streymur vann eisini á liðið úr næstbestu deildini. Liðið hjá Sigfríði Clementsen vann sannførandi, tá Skála vitjaði á Eiði. Tá tjúgu minuttir vóru eftir, minkaði Skála um munin við brotssparki til 3-1, men Rógvi Egilstoft staðfesti sigurin tíggju minuttir seinni. Rógvi hevði lagt upp til tvey av hinum málunum, og tríggir spælarar uppvaksnir í EB/Streymi - Virgar Jónsson, Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen - stóðu fyri hinum trimum. Tað eru tíggju ár, síðani EB/Streymur síðst var í hálvfinalunum. 

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 9. mai

B36 - HB 0-2 (0-0)
76' Mads Borchers (Áki D. Samuelsen) 0-1
84' Áki D. Samuelsen (Mads Borchers) 0-2

EB/Streymur - Skála 4-1 (2-0)
4' Virgar Jónsson (Rógvi Egilstoft) 1-0
44' Mikkjal Hellisá (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
58' Gutti Dahl-Olsen (Rógvi Egilstoft) 3-0
71' Karl Martin Johansen (br.) 3-1
81' Rógvi Egilstoft 4-1

B68 - NSÍ 2-1 (2-0)
10' Sebastian Lau Nielsen 1-0 
28' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 2-0
52' Steffan Abrahamsson Løkin 2-1

AB - 07 Vestur 1-2 (0-0)
51' Uros Stjojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
68' Magnus Holm Jacobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-2
90 (+2)' Brian Jakobsen 1-2 (br.) 1-2 
 
Les eisini: 07 Vestur er aftur á hálvfinaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder