Fótbóltur

07 Vestur er aftur í hálvfinaluni

Øll trý málini á Argjum komu í seinna hálvleiki, og vágamenn fingu tvey góð mál.

Magnus Holm Jacobsen hevur áður roynt at vunnið steypagull - í kvøld skoraði hann við dundurskoti á Argjum í 2-1 sigrinum hjá 07 Vestur (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Magnus Holm Jacobsen hevur áður roynt at vunnið steypagull - í kvøld skoraði hann við dundurskoti á Argjum í 2-1 sigrinum hjá 07 Vestur (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

2023-05-09 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og tá liðini hittust Inni í Viku í Betrideildini fyri trettan døgum síðani, endaði tað 1-2, tá AB í kvøld tók ímóti 07 Vestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Heimaliðið tyktiskt annars meira á og meira vandamikið í fyrra hálvleiki. Vandamestu støðurnar komu tó í stóran mun eftir mistøk hjá 07 Vestur, sum tykiskt at skula finna seg til rættis í sínari 5-3-2/3-5-2 og við nýggja málverjanum, niðurlendska Steven Van Dijk, ið fekk møguleikan.

07 Vestur kom tó eisini til ein stóran møguleika stutt fyri steðgin, tá Høgni Egilstoft Nielsen breyt ígjøgnum og fór framvið málverjanum. Miðvallarin hevur skorað nøkur mál í seinastu dystunum, men hesaferð rakti hann - órógvaður  - stongina.

Fimm minuttir eftir steðgin bragdaði tað. Rasmus Knudsen legði inn úr vinstru, og við aftaru stong stútaði Uros Stojanov bóltin framvið Antonio Borelli. AB-málverjanum hevði veruliga ongan møguleika at bjarga um miðjan seinna hálvleik. Tá gjørdi vælleikandi Magnus Holm Jacobsen av at smekka til úr 25-30 metrum, staddur nakað til høgru, og bólturin sang í netinum. 

0-2 og nú skuldi AB, sum bert hevði tvey mál í sínum átta undanfanu dystum, veruliga leggja trýst á. Tað eydnaðist í yvirtíðini at vinna sær brotsspark, sum Brian Jakobsen umsetti til mál. Tað var tó ov seint og enn eitt niðurlag til AB. 

Hetta merkir samstundis, at 07 Vestur annað árið á rað skal spæla í hálvfinalum í steypakappingini. Hvat mótsstøðulið vágamenn fáa, fæst greiða á seinni í kvøld

B68 og EB/Streymur eru eisini á veg at spæla seg víðari, men NSÍ bjóðar í løtuni grannunum av á Svangaskarði. Tað er framvegis málleyst í Gundadali.

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 9. mai

AB - 07 Vestur 1-2 (0-0)
51' Uros Stjojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
68' Magnus Holm Jacobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-2
90 (+2)' Brian Jakobsen 1-2 (br.) 1-2 
 
18.00: 
B36 - HB (0-0)
EB/Streymur - Skála (3-0)
B68 - NSÍ (2-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder