Tað var lagt upp til eina spennandi seinnu hálvfinalu, tá HB tók ímóti KÍ í dag. Og tað var als ikki óahugavert, tá HB og KÍ samanlagt skoraðu níggju mál í Gundadali. HB stóð fyri heili seks av teimum og er harvið í steypafinaluni.
Tær í reyðum og svørtum taptu fyri grannunum úr B36 seinasta vikuskifti og eru harvið úti av FM-stríðnum. Tær reistu seg á besta hátt gjørligt í dag. HB hevði fyrimunin eftir 2-2 í Klaksvík í fyrru hálvfinaluni, og í seinnu hálvu av 1. hálvleiki avgjørdi HB so at siga uppgerðina.
(Stórur fagnaður á teimum hjá HB í dag)
Tá Rebekka Benbakoura fekk sítt hattrick beint eftir steðgin, var so nær við at vera avgjørt sum gjørligt. Málini hildu tó fram at koma, men KÍ kom tó ikki tættari uppá, enn tá tað varð 5-2 hálvan tíma fyri leiklok.
HB hevur eisini verið í steypafinaluni seinastu trý árini, men hevur í øllum finalunum tapt tepurt. KÍ tapti í hálvfinalunum triðja árið á rað; annað árið á rað ímóti HB. Um tað verður EBS/Skála ella B36 kemur uppá pláss í kvøld. Liðini hittast klokkan 18.00 í Gundadali. Greipuvinnararnir vunnu 4-1 í fyrru hálvfinaluni.
Seinna hálvfinala
Gundadalur, 17.08
HB - KÍ 6-3 (3-0) 8-5 samanlagt
23'
|
1-0
|
Rebekka Benbakoura
|
|
|
37'
|
2-0
|
Heidi Sevdal
|
|
|
41'
|
3-0
|
Rebekka Benbakoura
|
|
|
48'
|
4-0
|
Rebekka Benbakoura
|
|
|
50'
|
4-1
|
|
Sigrid Jacobsen
|
|
|
||||
56'
|
5-1
|
Julia Naomi Mortensen
|
|
|
62'
|
5-2
|
|
Evy á Lakjuni
|
|
78'
|
6-2
|
Rebekka Benbakoura
|
|
|
88'
|
6-3
|
|
Sanna Svarvadal
|
(FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald