Fótbóltur

HB fekk FM í hús í Klaksvík

HB er føroyameistari fyri 23. ferð. Hetta er ein realitetur eftir 2-1 sigurin á KÍ.

Mongu HB-áskoðarnir í Klaksvík í dag halda FM-veistlu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mongu HB-áskoðarnir í Klaksvík í dag halda FM-veistlu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-23 16:52 Author image
Agnar Prestá

HB kom norð til Klaksvíkar við setninginum at avgera FM. Tað sum skuldi til var minst eitt stig móti arvafíggindanum. HB hevur verið suverent so at siga alt árið, og liðið hjá Heimir Guðjónssyni greiddi setningin í dag og vann enn einaferð við Djúpumýru.

Fyrri hálvleikur var javnur og inntensur, har KÍ hevði bóltin nakað meira, men har fáir málmøguleikar vóru. Bæði liðini høvdu hvør sín stóra møguleika, men tað var málleyst, tá liðini fóru at hvíla seg.

Í 2.hálvleiki tók HB meira yvir, og tíggju minuttir inn í 2.hálvleiki kom 1-0 málið. Eins og seinast tá liðini hittust í Klaksvík seinast, var tá áleyparin Ari Mohr Olsen, ið sló til. Eitt innlegg kom úr vinstru, Kristian Joensen kom heldur skeivt út, og bólturin varð lagdur yvir til Ara, ið róligt kundi seta bóltin í eitt tómt mál.

HB hevði yvirtakið, og hevði onkra fína roynd at økja. Hóast KÍ royndi at trýsta, var nærri við 2-0 enn 1-1 og hetta hendi fáar minuttir fyri tíð, tá KÍ misti bóltin í uppsælinum, og Dan í Soylu kundi trilla bóltin yvir til inskift Jógvan Skeel Nolsøe, ið avgjørdi dystin.

KÍ fekk eitt troystarmál í yvirtíðini, tá innskifti Kristoffur Jakobsen skoraði.

KÍ - HB 1-2(0-0)

HB er føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 2013 og fyri 23.ferð í søguni. HB hevur í løtuni 61 stig, og er bara sjey stig frá at taka metið hjá B36 frá 2011(67 stig) Fýra dystir resta í.

Viðmerkingar og annað vera at síggja á síðuni her skjótast gjørligt.   

placeholder
placeholder