
Tá HB tapti 4-0 í Klaksvík skírisdag varð tað millum annað skýrt sum "skomm" . Eitt er at tapa móti einum sterkum liði, men nakað annað er vera ruddiliga sett uppá pláss.
Tað varð HB eisini í dag - hesaferð á heimavølli og hesaferð við einum muni á heili seks mál: Besta mansliðið hjá HB tapti við seks málum á heimavølli.
Man skal helst langt aftur í søgubøkurnar fyri at finna tað: 7-1 tapið fyri ÍF í 2011 var í Fuglafirði, og 6-0 tapi 2006 var fyri grannunum B36 - tá var B36 á pappírinum heimalið.
Adolfo Sormani fór beinleiðis inn í HB-húsið eftir seinasta bríksl. Tað er spurningurin, um klokkan hevur sligið fyri seinastu ferð í samstarvinum millum italiumannin og HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fýrverk og dreymamál frá NSÍ
Tað er umráðandi at undirstrika í hesari umrøðuni, at einki skal takast frá NSÍ. Teir í gulum og svørtum spæla frálíkan fótbólt og síggja javnt og samt vandamikilir og sterkir út. Eins og í 11-0 sigrinum á NSÍ, tá B68 fekk tvey reyð kort, koyrdi NSÍ bara á í kvøld. Hetta við sterkum stuðli frá Guliganz í Gundadali.
Við 7-1 sigrinum í kvøld hevur NSÍ skorað heili 40 mál í 8 dystum í Betrideildini. Við hesum miðaltalinum endar liðið hjá Jens Wedeborg væl yvir 100 mál - metið fyri skorað mál í bestu mansdeildini er 99 (KÍ 2021).
Bæði Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen gjørdu hattrikk í dag. Petur legði væl upp til tvey tey fyrstu málini hjá liðformanninum - innlegg úr vinstru sum Klæmint á klassiskan hátt beindi inn. Hattriksmáli hjá Klæminti var ikki beinleiðis klassiskt: Hann vann bóltin av aftasta manninum hjá HB og royndi seg beint frammanfyri miðlinjuna. Framúr sæð og útført av Klæminti, sum aftur hevur yvirhálað Páll Klettskarð á máltindinum.
Tað eru so nógvir hvassir og vandamiklir spælarar hjá NSÍ. Jann Benjminsen átti tvey góð upplegg við innleggum úr høgru, og Michal Przybylski legði upp til hattriksmáli hjá Peturi. Afturat Michal komu eisini ungir og spenanndi spælarar inn, meðan Brandur Hendriksson og Klæmint vóru millum teir spardu seinastu løtuna. Jasper van der Heyden og Kevin Jablinski spældu als ikki í dag - NSÍ sær út til at vera til reiðar at taka móti KÍ til oddabrak fríggjakvøld.
Skrædl og stór spurnartekin hjá HB
Í HB kann man gloyma alt um FM. Har er okkurt heilt galið. Tað er ein stjørna (*) útfyri úrslitinum, tí Klavs Kramens í 35. minutti fekk sítt seinna gula kort. Tá var støðan 1-0 til NSÍ.
Men tað er framvegis langt til 1-7. Og so gott sum NSÍ spældi, so fall HB eisini saman. Har vantaði vilji og mótstøðuføri - og ein greið ætlan. Tað er eisini ein "góð" mynd í at Klavs Kramens fekk reytt kort longu í 1. hálvleiki eftir tvey gul: Eins og hinir nýggju útlendsku spælararnir, hevur hann ongan veruligan mun gjørt fyri HB.
Við fjórða tapinum seinastu fimm kappingardystirnar - og 18 málum ígjøgnum hesar dystirnar - eru nógvir spurningar. Serliga rundanum Adolfo Sormani. Og svarini eru ikki nógv. Við søgunum úr Ísland og tuttlinum rundanum HB-húsið, kann man veruliga ivast í, hvussu leingi italiumaðurin verður við síðulinjuna sum HB-venjari.
Nógvir stórir dystir bíða, Víkingur er næst á skránni, og higartil hevur HB dumpað allar sínar stóru royndir í ár. Og fleiri so dyggiliga.
8. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 3. mai
HB - NSÍ 1-7 (0-2)
Sí meira um dystin her
B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0)
Sí eisni: EB/Streymur skelkaði B36 - B68 vann seg uppum strikun
Í morgin, sunnudagin 4. mai
14.30: FC Suðuroy - Víkingur
Hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)
Sí eisini: KÍ vann við tíggju málum á TB
Støðan:
1. NSÍ 24 stig
2. KÍ 24 stig
3. HB 15 stig
4. B36 13 stig
5. EB/Streymur 10 stig
6. Víkingur 8 stig *
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig *
---------------------
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald