
HB hevur eitt heilt framúr kappingarár í Betri-deildini, og hevur heili 58 stig fyri 22 dystir. Tað eru 13 stig niður til KÍ, ið er á 2.plássið, og sunnudagin kann HB avgera FM, tá júst KÍ tekur ímóti. Tað krevst bert eitt stig hjá teimum svørtu og reyðu ímóti arvafíggindanum við Djúpumýru.
Í hesum sambandi skipar HB fyri bussferð norð til Klaksvíkar. Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at sínir menn kunnu avgera FM, og at tað hevur alstóran týdning, at so nógv sum til ber koma við.
Formaður felagsins, Kaj Leo Holm Johannesen, skrivar á heimasíðuni, at seinast HB var í Klaksvík(tá HB vann 1-0 á Summarfestivalinum), upplivdi hann ein stemning og stuðul millum HB-áskoðarnar sum ongantíð áður. Fyrrverandi løgmaðurin heitir á allar áskoðarar at koma við norð at stuðla monnunum, ið hava vant sera hart, og hava uppiborið stuðul frá øllum HB`arunum.
Kaj Leo endar við einari áheitan um at gera nakað serligt hetta vikuskifti.
Les alla greinina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald