Bolt.fo skrivar í kvøld, at í hesum døgunum royndarvenur ein danskur álopsleikari við føroyameistaranum HB.
Talan er um 25 ára gamla Christopher Denius Nielsen, sum hevur spælt saman við miðverjanum hjá HB, Lassa Andersen í Kjellerup. Lasse kom til HB beint eftir kappingarbyrjan í fjør og hevði eitt frálíkt kappingarár í miðverjuni saman við Bartal Wardum.
Hansara fyrrverandi liðfelagið hevur spælt í triðbestu donsku deildini seinastu árini. Á Transfermarkt er hann skrásettur fyri 53 dystir og 9 mál í landskappingini seinastu trý árini. Christopher Nielsen kann røkja fleiri álopskend pláss, og hann skal sambært bolt.fo royndarvenja í HB komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald