Fyrsti dystur í 6. umfari í Betrideildini varð leiktur í Trongisvági seinnapartin. TB, við einum stigi, tók ímóti HB við 15 stigum. Oddaliðið spældi í dag uttan verjuleikaran Dephin Tshiembe, ið var á bonkinum allar 90 minuttirnar, og við tað at Øssur Dalbúð kom inn á liðið vóru nakrar flytingar á liðnum í mun til ímóti B36 mánadagin:
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson (L) - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu - Pætur Petersen (83' Áki Samuelsen), Øssur Dalbúð, René Shaki Joensen (90' Samuel Johansen Chukwudi)
Venjari: Jens Berthel Askou
Meinhard í dystinum móti Víking í 5. umfari, har hann helt nullið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Avtalan hjá TB viðvíkjandi Meinhardi Joensen var í fyrstu syftu galdandi tveir dystir (B36 1-3 og Víking 0-0) 40-ára málverjin vardi tó aftur TB-málið í dag, tí Frederik Mehder ikki er heilt komin fyri seg eftir heilaskjálvtan. Heimaliðið noyddist eisini at skifta miðvallara profilin Rógva Joensen út undan steðginum, og Musah Armah var heldur ikki tøkur.
TB (4-4-2): Meinhard Joensen - Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Samudeen Musah (89' Nikolai Johannesen), Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Einar Thorsteinsson, Rógvi Joensen (38' Mads Raben), Poul Ingason
Venjari: Micheal L. Winter
HB setti seg sum væntað skjótt á spælið, og beint eftir at tíggju minuttir vórðu leiktir varð 1-0. Øssur Dalbúð fekk vent sær stutt uttanfyri brotsteigin og spældi væll inn ímillum tveir TB-leikarar. Dan í Soylu hevði tikið eina góða renning, hann tók eitt trkk og skoraði úr spískum. Øssur hevði sjálvur tríggjar royndir í 1. hálvleki. Tveir rímiliga fríar stútarar tætt við málið - ein sum Meinhard bjargaði, og ein sum ikki rakti málið. Áleyparin hevði eisini ein hálvfluktara av brotsteigarmarkinum.
Øssur spældi allan dystin og legði upp til sigursmálið hjá HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
TB skapti lítið í dystinum, og fyritreytirnar hjá heimaliðnum gjørdist verri, tá Jens Erik Bruhn fekk sítt seinna gula kort - eitt heldur tunt kort. Tó kom TB til nakað fleiri støður í undirtali, men HB tykist allatíðina at hava fult tamarhald á støðuni - útiliðið hevði bóltin sera nógv, og møguleikar vóru eisini til at fáa fleiri mál. Tað endaði tó eins og í undanfarnu sigrunum hjá HB í Trongisvági: 0-1
Ungi Jens Erik Bruhn - her í dysti móti KÍ í 2. umfari - varð útvístur í dag (Mynd: Bjartur Vest)
HB var omaná og hevur við sigrinum lagt trýst á B36, NSÍ og KÍ, ið spæla í morgin - NSÍ og KÍ ímóti hvørjum øðrum og B36 í Sarpugerði. Teir reyð-svørtu síggja út sum eitt væl samansett lið og eru í gongd við eina framúr góðan fyrsta triðing. Komandi vikuskifti er Skála á vitjan í Gundadali. TB hevur nú spælt ímóti øllum topp-fimm liðunum. Nú koma tríggir dystir á rað, har TB á pappírinum hevur ein betri møguleika at fáa stig.
TB - HB 0-1 (0-1)
12' Dan í Soylu (Øssur Dalbúð)
Reytt kort: Jens Erik Bruhn (66' - seinna gula)
Dómari: Rani Andrasson Skaalum
Sunnudagin 7/6:
15.00: KÍ - NSÍ
ÍF - AB
EB/Streymur - Skála
17.00: Víkingur - B36
Støðan:
1. HB (18 stig) *
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. ÍF (6 stig)
7. EB/Streymur (3 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) *
10. Skála (1 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald