Fótbóltur

HB hevur nú flest stig nakrantíð

Føroyameistarnir vunnu grannauppgerðina og tóku harvið metið frá B36. NSÍ er á øðrum plássi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-21 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í næstseinasta umfarið í Betri-deildini vórðu leiktir fyri løtu síðani. Týðandi botndysturin í Sørvagí varð útsettur vegna veður, og tað av dysturin á Argjum eisini.  Enn er ikki greitt, nær hesir dystirnir verða leiktir.

Les meira: Dystir avlýstur orsaka av veðrinum

Í Gundadali var grannauppgerð. Tað sum var uppá spæl var stigametið, sum B36 setti í 2011. Liðið hjá Jákup á Borg kundi eisini halda fast um silvurplássið og ósigraðu gongdina eftir summarsteðgin. Hetta eydnaðist tó ikki; HB vísti hví liðið er føroyameistari.

Í einum tøttum dysti og vælleiktum dysti var 1-1, tá lítið korter var eftir, men so revsaði HB tvey mistøk hjá B36 skjótt og væl. Harvið er HB nú uppiá 70 stigum, og tað hevur einki lið nakrantíð verið á. 

NSÍ og KÍ vunnu sum væntað, og skulu harvið spæla um silvurkrónirnar í seinasta umfarið. NSÍ vann sannførandi á einum heldur skerdum Víkinga-liðið í Sarpugerði, og Páll Klettskarð lukkaði dystin fyri KÍ í sínum seinasta heimadysti.   

26.umfar: 

B36 – HB 1-3 (0-1)

0-1: Ari Mohr Olsen

1-1: Meinhard E. Olsen

1-2: Jógvan Skeel Nolsøe

1-3: Símun Samuelsen


Víkingur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Petur Knudsen

0-2: Árni Frederiksberg (br)

0-3: Klæmint A. Olsen


KÍ – TB/FCS/Royn 3-1 (1-1)

1-0: Jóannes Bjartalíð

1-1: Pape Mamadou Faye

2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen

3-1: Páll A. Klettskarð

 

1. HB (70 stig)
2. NSÍ (52 stig)
3. KÍ (51 stig)
4. B36 (50 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig) * 
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) *
9. 07 Vestur (16 stig) *
10. AB (15 stig) *

*Ein dyst færri

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder