Fótbóltur

HB í stórum stíli móti Víkingi

Hóast Adrian Justinussen ikki var á vøllinum var stórdysturin í umfarinum avgjørdur eftir einum tíma. HB vísti sína styrki og hevur framvegis fult stigatal.

2020-05-28 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá HB var dysturin í kvøld tann fyrsta veruliga styrkisroyndin, tí eftir tríggjar uppgerðir móti botn-fimm liðum í fyrstu trimum umførunum, var Víkingur nú á skránna. Royndina stóð HB - tað við manér og uttan Adrian Justinussen allarstørsta partin av dystinum. Víkingur varð sent heim við einum 3-0 tapi.

Myndir: HB-Víkingur

HB var, eins og í undanfarnu dystunum, sera ágangandi frá byrjan. Hetta gav úrslit í 5. minutti. Lukasz Cieslewicz fekk als ikki ruddað eitt innlegg burtur, og so var René Shaki Joensen eirindaleysur, tá bólturin datt til hann. Víkingur kom tó skjótt yvir skelkin og hevði í áleið tjúgu minuttir yvirvágina. Útiliðið kom eisini til nakrar góðar støður, millum annað í samband við deyðbóltar, men ikki nærri at skora enn tvey langskot frá Sølva Vatnhamar, ið Teitur Gestsson fekk jústað uppum. HB skuldi hesa løtuna royna at koma yvir skelkin at missa Adrian Rùnasson Justinussen, ið noyddist út longu eftir eitt lítið korter, eftir at hann stóð. Talan kann verða um skaða, ið heldur toppskjútanum úti í eina tíð - hann var á høkjum eftir dystin og skal sum skilst til kanningar í morgin.

[object Object]
Adrian stóð fastur í vøllinum og ivasamt er, um talan er um brot (Mynd: Sverri Egholm)


Les eisini: Adrian á høkjum
Aðrir tóku tó við, og stutt fyri hálvleik skoraði Mathias Nygaard sítt fyrsta mál fyri HB eftir at René spældi hann leysan - eitt gott mál. Danin var aftur á blettinum eftir ein tíma, eftir at Pætur Petersen hevði brotið ígjøgnum í vinstru síðu. Hetta var heilt í tráð við tað sum hendi í 2. hálvleiki, tí Vìkingur var sjálvdan frammi og hótti av álvara. HB legði ágangandi út og royndi at skora fleiri mál og leggja høgt trýst, ístaðin fyri at leggja seg longur aftur og hugsavna seg um at lata aftur fyri møguleikunum hjá Víkingi frameftir. 

[object Object]
HB'arnir fegnast um 2-0 málið  - tað fyrra hjá Mathias Nygaard (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

(Mynd: Sverri Egholm)

Samanumtikið var sigurin sannnførandi, hóast Víkingur hevði sína góðu løtu í 1. hálvleiki, har liðið spældi væl. HB flutti í høvuðsheitinum bóltin heilt væl runt, og sá út til at kunna hótta so at siga allatíðinda. Nú er lagt upp til sannan oddadyst, tá havnarfeløgini bresta saman mánadagin, 2.Hvítussunudag. Bæði hava nú fult stigatal fyri fýra dystir og +11 í málúrttøku. Víkingur skal reisa seg á heimavølli móti TB.

Betridieldin, 4.umfar
HB - Víkingur 3-0 (2-0)
5' Rene Shaki Joensen 1-0
37' Mathias Nygaard (Rene Shaki Joensen) 2-0
61' Mathias Nygaard (Pætur Petersen) 3-0

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen -  Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René Shaki Joensen (64' Samuel Johansen Chukwudi)f, Pætur Petersen,  Adrian Rúnasson Justinussen (16' Øssur Dalbúð - 80' Ási Pálsson Dam )

Gult kort: Dan í Soylu, Mikkel Frankoch og Delphin Tshiembe

Venjari: Jens Berthel Askou

Víkingur (4-2-3-1): 
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (69' Noah Mneney) - Lukasz Cieslewicz (73' Arnbjørn Svensson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (46' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Gult kort: Atli Gregersen, Ari Olsen, Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar

Venjari: Eyðun Klakstein


Dómari: Eiler Rasmussen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder