Fótbóltur

HB-liðformaðurin: - Hetta var simpulten ikki nóg gott

Haldi vit geva taðt burtur móti endanum, og tað er eit sindur býtt, staðfestir Bartal Wardum. - Vit fara sjálvandi eftir FM, men tað er nógv at arbeiða við. Hoyr samrøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-07 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var sum verða man ein ógvuliga vónbrotin Bartal Wardum, sum Portalurin fekk orðið á, stutt eftir at KÍ hevði sligið steypavinnararnar út í Gundadali.

Sí eisini: KÍ sendi steypavinnaran út

Tað gjørdi tað ikki betri, at hetta var á heimavølli, har HB spældi í yvirtali so at siga allan 2. hálvleiki.

- Í 1. hálvleiki riggar so at siga einki hjá okkum(...) móti endanum blaka vit tað burtur, staðfestir Bartal.

Miðverjin sigur, at tildømis kundi hann sjálvur havt ruddað bóltin í síðstu støðuna. Annars so fekk HB als ikki sítt spæl við bóltinum at koyra nógv væl, og nógv er at arbeiða við, staðfestir royndi havnarmaðurin eftir fyrsta ósigurin í ár.

Sí eisini: Páll Klettskarð: - Vit sóu møguleikan og hatta var ótrúliga stuttligt

---------------------------------------------------
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mánadagin 7. apríl

HB -KÍ 1-2 (0-1)
14' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 0-1
81' Sammy Skytte 1-1
90 (+2)' Páll Andrasson Klettskarð (Dávid Biskopstø Andreasen) 1-2

Reytt kort: Issah Ahmed Latif (55')

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder