Fótbóltur

KÍ sendi steypavinnaran út í yvirtíðini - Víkingur varpaði NSÍ út

Páll Klettskarð avgjørdi fyri undirmannaða KÍ, sum var væl betri í Gundadali. Í Sarpugerði fekk Víkingur gongd á málskjótingina og sín fyrsta sigur í ár. Pætur Petersen var stóri maðurin hjá B36 í Sørvági.

Tað merkit nakað fyri Jákup Biskopstø Andreasen og hinir KÍ'arnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tað merkit nakað fyri Jákup Biskopstø Andreasen og hinir KÍ'arnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í teimum báðum fyrstu dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið vórðu suðuroyarfeløgini sligin út úr steypakappingini móti 1. deildarliðnnum. Hjá TB var talan um 8-0 tap á Skála - FC Suðuroy var í yvirtali á Argjum í yvir eina hálvan tíma men tapti 1-0.

Sí eisini: TB fyri eyðmýking á Skála

KÍ var í undirtali í yvir hálvan tíma í Gundadali. eftir reyða kortið til Ahmed Latif HB megnaði eisini at javna - tó var talan um eitt tilvildarligt mál - og KÍ var annars eisini meira vandamikið, tá spælt varð tíggju móti ellivu.

Útiliðið fór eisini eftir sigrinum móti endanum, meðan HB skinklaði, og eftir at fyrst fyrri málskjúttin Patrik Johannesen og síðani innskifti Dávid Biskopstø Andreasen vóru nær við, legði Dávid væl útfrá til Páll Andrasson Klettskarð, sum var á rætta staðnum og avgjørdi klassikaran.

Hetta var í yvirtíðini. Harvið endaði tað 2-1, og steypavinnararnir tvey tey seinastu árini eru úti. HB-spælið var ikki nóg gott á kvøldinum, og nú skal liðið hjá Adolfo Sormani hugsavna seg um landskappingina.

KÍ vann seg nú víðari úr fyrsta umfari. Tað er bert aðru ferð síðani 2020. Liðið hjá Magnusi Powell vísti sum heild nógvar góðar taktir við og uttan bólt og stendur nú sum favorittur at vinna steypakappingina.

[object Object]Patrick Johannesen skoraði fyrra málið hjá KÍ - hansara fyrsta síðani afturvendanina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Odmar Færø og hinir í bláum vóru sum heild ógvuliga stinnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Beint eftir 2-1 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Sì fleiri myndir frá dystinum í Gundadali her

Víkingur vann sín fyrsta kappingardyst í 2025, og NSÍ tapti sín fyrsta dyst. Aron Knudsen legði annars gestirnar á odda næstan beinanvegin, tá hann smekkaði bóltin væl í netið. Tað var tó eitt annað flog og ein annar effektivitetur yvir víkingunum enn í undanfarnu dystunum. Teir skoraðu oftari enn í hinum fimm kappingardystunum samanlagt: Poul Kallsberg, Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen stóðu fyri málinum.

Teir ljósabláu vístu tenn, og at NSÍ væl kann knógvast. Um miðjan fyrra hálvleik var longu 2-1 eftir "trunkamálið" hjá Poul og góða skotið hjá Stefani, og tá átta minuttir vóru eftir, stutt eftir NSÍ hevði rakt stongina, staðfesti innskifti Jørgen Nielsen sigurin. Hetta var eitt kontramál við flottum samanspælið við Sølva Vatnhamar. Víkingur var omaná og kann sigurin vera eitt tekin um betri tíðir í Betrideildini eisini. NSÍ hevur nú bara landskappingina at hugsavna seg um.

[object Object]
Stefan Radosavljevic skoraði í kvøld sítt fyrsta mál sum víkingur (Mynd: Víkingur)

Í Sørvági var Pætur Petersen í hopla. Hann gjørdi hattrik - tey fyrstu trý málini hjá skálvíkinginum eftir sína afturvendan til B36. Bæði málini í 1. hálvleiki vóru eftir fríspark. Talan varð um ein tryggjan sigur til favorittarnar: Tann samanlagt triðja á rað til liðið hjá Jákup Martini Joensen.

Málskjúttin hjá 07 Vestur var heldur sermerktur: Edvin Jakobsen hevur ikki spælt í Betrideildini ella í kappingini um Løgmanssteypið í fimm ár: Skálamaðurin fekk ein ógvuliga álvarsaman knæskaða í 2019 og hevur síðani bert spælt eitt sindur á næstbesta liðnum hjá 07 Vestur.

[object Object]
Pætur Petersen, her sum KÍ-spælari, móti B36. Nú gjørdi hann bart í steypadysti fyri B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.
Í dag, mánadagin 7. apríl
Skála-TB 8-0 (4-0)
10' Kristian Martin Jacobsen (Simon Jørgensen) 1-0
17' Martin Johansen (Dávid Johansen) 2-0
29' Simon Jørgensen (Teitur Poulsen) 3-0
33' Martin Johansen (Dávid Johansen) 4-0
50' Simon Jørgensen (Dávid Johansen) 5-0
55' Martin Johansen (Kristian Martin Jacobsen) 6-0
78' Rói Olsen 7-0
84' Martin Johansen (Simon Jørgensen) 8-0

Reytt kort: Ragnar Joensen (TB- 57') 

AB-FC Suðuroy 1-0 (1-0)
40' Bartal Skaalum Petersen, br. 1-0

Reytt kort: Bartal Skaalum Petersen (57')

Víkingur-NSÍ 3-1 
3' Aron Knudsen (Steffan Løkin) 0-1
15' Poul Kallsberg 1-1
23' Stefan Radosavljevic (Sølvi Vatnhamar) 2-1 
83' Jørgen Nielsen (Sølvi Vatnhamar) 3-1

HB -KÍ 1-2 (0-1)
14' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 0-1
81' Sammy Skytte 1-1
90 (+2)' Páll Andrasson Klettskarð (Dávid Biskopstø Andreasen) 1-2

Reytt kort: Issah Ahmed Latif (KÍ - 55')

07 Vestur - B36 1-3
30' Pætur Petersen 0-1
35' Pætur Petersen 0-2
57' Pætur Petersen (Hannes Agnarsson) 0-3
67' Edvin Jakobsen (Janus Svabo Samuelsen) 1-3

Mikukvøldið spæla FC Hoyvík og B71 umframt B68-ÍF

Dagført: 23.02

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder