Fótbóltur

HB longt við tveir leikarar

Oddaliðið hevur gjørt sáttmála við verjuleikara og áleypara sum liður í fyrireikingunum til 2019.

Í HB fyrireika tey seg eisini til komandi kappingarár. Tveir sáttmálar eru gjørdir í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Í HB fyrireika tey seg eisini til komandi kappingarár. Tveir sáttmálar eru gjørdir í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-11 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB vann í gjárkvøldið 1-0 í oddabrakinum í Klaksvík, og er harvið aftur fimm stig á odda í Betri-deildini.

Í dag kunnger HB, at Magnus Egilsson og Jógvan Andrias Skeel Nolsøe báðir hava gjørt sáttmála fyri 2019, og hetta fegnast felagið um.

Magnus hevur leikt allar dystirnar í Betri-deildini í flotta kappingarárinum hjá HB. Hann hevur verið sera støðugur á vinstra bakki. Magnus Egilsson er 24 ár; umframt HB hevur hann umboðað AB í føroyskum fótbólti.


Magnus Egilsson er í gongd við sítt besta kappingarár higartil. Nú hevur hann longt við HB. her í nærdysti í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti sínum fyrrverandi felagið, AB (Mynd: Sverri Egholm) 

Jógvan er uppvaksin í HB, og hevur eisini roynt seg á Argjum og í B36. Stóri áleyparin hevur leikt 11 dystir í landskappingini, har hann millum annað hevur hann skorað tvey avgerandi mál. Í steypakappingini er 26-ára gamli Jógvan Skeel Nolsøe eisini komin á máltalvuna tvær ferðir.


Jógvan Andrias Skeel Nolsøe hevur eisini longt við oddaliðið. Her hevur hann skorað til 2-0 í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti sínum fyrrverandi felagið, AB (Mynd: Sverri Egholm) 


HB spælir aftur hóskvøldið. Tað verður á útivølli móti botnliðnum 07 Vestur

Kelda: hb.fo og faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder