Fótbóltur

HB longt við tveir lyklaleikarar

Toppskjúttin og liðformaðurin spæla eisini fyri oddaliðið komandi ár.

Adrian Justinussen og Jógvan Rói Davidsen halda fram í HB
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Adrian Justinussen og Jógvan Rói Davidsen halda fram í HB (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2018-09-15 20:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB er suverent oddalið í Betri-deildini, og kann avgera FM innan stutta tíð. Nú er greitt, at tveir av mest týdningarmiklu leikarunum hjá HB halda fram komandi ár.

Talan er um høgra bakkin, ið eisini er liðskipari, og kantspælaran, sum ikki bara er topsskjútti hjá HB, men í deildini.

Jógvan Rói Davidsen er 26 ár, og hann hevur hevur altíð umboðað HB. Stinni høgri bakkurin hevur sambært FaroeSoccer spælt yvir 200 dystir á besta liðnum, og hann varð á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið til farnu dystirnar móri Malta og Kosovo.

20-ára gamli Adrian Rúnasson Justinussen hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í ár. 23 mál í 26 dystum; sera góð hagtøl hjá bóltsnillinginum við teimum frálíku fríspørkunum. Adrian kom til HB úr Vìkingi sum heilt ungur. Hann hevur leikt 93 dystir á besta liðnum hjá havnarfelagnum.

HB longdi við Hemir Guðjónsson fyrr í vikuni, og nú er greitt, at Jógvan Roi og Adrian eisini spæla fyri HB í 2019. Felagið hevur longu skrivað undir við fleiri aðrar stuðulsleikarar.

HB tekur í morgin ímóti NSÍ, og kann tá nærkast FM uppaftur meira. 

Kelda: hb.fo og faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder