Fótbóltur

HB og Víkingur í flokki fyri seg

Vunnu sannførandi sínar útidystir í kvøld, og bæði hava 36 stig fyri 13 dystir. 0-4 á Skála til Víking við fýra ymiskum málskjúttum og Áki Samuelsen og Hanus Sørensen í hopla í 1-4 dystinum í Sørvági.

Áki Samuelsen gjørdi sanniliga sítt til, at HB heldur fram við at renna aftaná Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen gjørdi sanniliga sítt til, at HB heldur fram við at renna aftaná Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-15 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddastríðið í Betrideildini er gróthart. Í næstu viku fara vit framvið helminginum av kappingarárnum, og higartil hava HB og Víkingur bert tapt ein dyst hvør. Í kvøld vóru heldur lumpisligar uppgávur á skránni á útivølli móti liðum, sum tey flestu av hinum í deildini í minsta lagi hava havt tað trupult við.

Víkingur vitjaði á Skála og gjørdi sína skyldu. Alt varð avgjørt tíðliga í seinna hálvleiki, men í fyrra hálvleiki hótti Skála nakað. Landsliðsspælararnir Arnbjørn Svensson og Bárður á Reynatrøð hava verið stinnir í ár, men gjørdu teir hvør sítt stóra mistak. Hesi vóru nær við at kosta mál, men støðurnar vórðu bjargaðar – í seinna førinum av fyrrverandi Skála-bakkinum Ari Olsen á linjuni.

[object Object]
Poul Kallsberg við máli og uppleggi aftur í dag. 20-ára gamli strandingurin var við at vinna stórt á barndómsfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Útiliðið hevði meira skerpni og var bara sum heild betri. Longu eftir fimm minuttir var 0-1. Bergur Gregersen royndi seg úr vinstru, og umvegis eitt Skála-høvd sigldi bólturin í netið. Víkingarnir spældu væl í sambandi við mál nummar tvey, tá at tað í brotsteignum bleiv tað heldur rótut: Søvi Vatnhamar fekk skot á, bjarging, og so var Jørgen Nielsen til reiðar. Fyrsta almenna málið hjá unga áleyparanum, sum hevur verið skaðadarvaður, fyri Víking.

Beint fyri steðgin sendi Poul Kallsberg hornaspark innfyri, sum Arnbjørn beindi í málið, og stutt fyri steðgin var tað strandingurin sjálvur, sum skoraði. Poul heldur fram at skapa mál, og Víkingur heldur fram at vinna: 0-4 á Skála.

Áki og Hanus tríggjar ferðir

HB skoraði eisini fýra mál í Sørvági, men tað var heimaliðið, ið byrjaði betri. 07 Vestur fekk mál kolldømt fyri heilt lítið fríspark móti Teiti Gestsson í sambandi við hornaspark. 

Eftir eitt korter gjørdi HB tað, sum liðið hevur gjørt so ofta í ár: Sló til uppá sín fyrsta veruliga málmøguleika. Góður túrur hjá fyrrverandi 07 Vestur-bakkinum Mathiasi Voss, Hanus Sørensen við yvirlappi og góðum innleggi, og so stútaði Áki Samuelsen væl í málið. 

Í 33. minutti økti Áki við brotssparki. Hetta var eftir, at 07 Vestur hevði sløsað í uppspælinum, og Sonni Ragnar Nattestad satsaði í takklingini í brotssteignum. Hattrikkið kom eftir steðgin: Aftur Hanus sum fann 20-ára gamla havnarmanninum, sum longu hevur níggju mál í Betrideildini í ár.

07 Vestur sá ikki væl út hesa løtuna, men minkaði fyri hálvleik tá ungi Julian Mouritsen sendi frálíkt hornaspark inn í brotsteigin, sum Hans Erik Gunnarson stútaði í HB-málið. Spenningurin fór tó úr dystinum longu tíðliga í 2. hálvleiki, tá Hanus Sørensen aftur gjørdi bart í høgru. Hesaferð rakk hann inneftir, setti vinstra beinið á, og við aftaru stong hevði Jakob Johansson runnið rætt. Annar trý-máls sigurin hjá HB í Sørvági í ár. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur ikki tapt í júst tríggjar mánaðar.

HB og Víkingur skulu spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið mikukvøldið. Tað er 1-0 til HB undan dystinum í Sarpugerði.

13. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 15.06

Skála - Víkingur 0-4 (0-3)
7' Sjálvmál (Bergur Gregersen) 0-1
16' Jørgen Nielsen 0-2
42' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-3
48' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 0-4

Sí meira um dystin her

07 Vestur - HB 0-4 (1-3)
16' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 0-1
33' Áki Samuelsen, br. 0-2
42' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 0-3
45 (+1)' Hans Erik Gunnarson (Julian Mouritsen) 1-3
48' Jakob Johansson (Hanus Sørensen) 1-4

Sí meira um dystin her (skeivur málskjútti skrásettur hjá 07 Vestur har)

B36 - B68 1-1 (0-0)
57' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 1-0
60' Brian Jakobsen (Jóhann Hansson Joensen) 1-1

Sí meira her
Les eisini: B68 gjørdi bart móti B36 í Gundadali

Í morgin, sunnudagin 16.06
15.00: EB/Streymur - KÍ

16.00: ÍF - NSÍ

Støðan í Betri deildini hjá monnum 
1. Víkingur 36 stig 
2. HB 36 stig 
3. KÍ 27 stig *
4. NSÍ 19 stig *
5. B36 17 stig 
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig *
9. B68 7 stig 
10. ÍF 3 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder