Fótbóltur

HB økti um munin í oddinum

Liðið hjá Jens Berthel Askou vann sannførandi 5-1 í Streymnesi í kvøld og hevur nú fýra stig niður til KÍ á 2. plássi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-23 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltslíkindini vóru als ikki tey bestu við Margáir í kvøld - serliga í 1. hálvleiki - og tað merktist eisini í ein mun á spælinum.

Tó legði HB hart út, og oddaliðið hótti EB/Streym fleiri ferðir fyrstu løtuna av dystinum. Tí var tað í tráð við leikgongdina, at HB kom á odda í 20. minutti. Rói Zachariassen fekk ikki beint eitt hart hornasparksinnlegg ordliga burtur, og Hilmar Leon Jakobsen var til reiðar og smekkaði bóltin í netið. EB/Streymur svarði tó næstan beinanvegin aftur: Hornaspark úr vinstru og Andras Olsen fekk sett leysa bóltin í málið. Málini fullu skjótt hesa løtuna. Tveir minuttir seinni hevði HB horna, sum kom inn úr vinstru. Aftur var Rói, ið annars hevði fleiri góðar bjargingar í dystinum, íblandaður, og fyrrverandi EB/Streyma leikarin, Daniel Johansen, var til reiðar.

[object Object]
EB/Streymur javnaði fýra minuttir eftir leiðslumálið hjá HB (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
HB var tó bara sterkari (Mynd: Sverri Egholm)

HB legði eisini væl út í 2. hálvleiki, og eftir bert tveir minuttir sló Adrian Justinussen til: 1-3. Teir í svørtum og reyðum høvdu aðrar góðar møguleikar og fingu spælið at koyra væl - sannliga eisini tá Tróndur Jensen kom inn á miðvøllin. EB/Streymur fekk í løtum hótt hinvegin, men innan fimm minuttir gjørdist munurin á máltalvuni tvífaldur. Fyrst skeyt Hilmar Leon bóltin væl inn umvegis stólpan við skoti stutt uttanfyri brotsteign. Mikkel Dahl var ikki tøkur í dag, men nummar 23 hjá HB hevur nú skorað trý mál í tveimum dystum við Margáir í ár og seks mál í tíggjum dystum í Betrideidlini í ár. Øssur Dalbúð fekk seinasta orðið, tá hann væl stýrdi einum góðum innleggi frá Daniel Johansen úr vinstru við høvdinum.

HB hevur nú vunnið tíggju útav sínum seinastu ellivu dystum í Betrideildini og stevnir ímóti FM-heitinum. KÍ er nú fýra stig aftanfyri - NSÍ er átta stig aftanfyri. Næsta uppgáva hjá teimum reyð-svørtu verður mánakvøldið móti B36. 

Betrideildin 21. umfar

EB/Streymur - HB 1-5 (1-2)
20' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
24' Andras Olsen 1-1
26' Daniel Johansen 1-2
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-3
77' Hilmar Leon Jakobsen 1-4
82' Øssur Dalbúð (Daniel Johansen) 1-5

Myndir: EB/Streymur - HB

Hinir dystirnir í dag:

TB - NSÍ 0-1 (0-0)
50' Jann Benjaminsen (Petur Knudsen) 0-1

Les eisini: NSÍ fer norðurum Suðuroyarfjørð aftur við trimum stigum

Skála - ÍF 4-4 (2-2)
20' Filip Djordjevic 0-1
23' Filip Djordjevic 0-2
36' Kristian Martin Jacobsen 1-2
39' Andreas Egeberg Jacobsen 2-2
58' Ronni Møller-Iversen 3-2
66' Filip Djordjevic 3-3
67' Uros Stojanov 3-4
94' Jóhan Bergson Johansen 4-4

Myndi: Skála - ÍF


Støðan

1. HB 52 stig (20 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 44 stig (20 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 21 stig (20 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (21 dystir)
8. TB 14 stig (21 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (20 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder