Tann fyrri av stórsteypadystinum á Tòrsvølli er liðugur fyri løtu siðani. Hann endaði við einum risasigri til HB, ið veruliga vísti styrki undan kappingarárinum. HB vann heili 7-1 á greipuvinnarunum.
Tað hevur verið nógv útskifting í hópinum hjá EBS/Skála. Hetta sást í dag; liðið hevði bert tveir leikarar, ið vóru fast í byrjanarupptillingini í gjár, fra byrjan. Felagsliðið hevði eisini trupult við at spæla upp ímóti HB.
Eftir eitt korter var HB longu á odda 3-0. Lítla løtu eftir at EBS/Skála hevði minkað til 4-1, eitt lítið korter inn í 2. hálvleik, fekk ein av nýggju leikarunum hjá greipuvinnarunum, Lena Olsen, sítt seinna gula kort. Harvið gjørdist brekkan tyngri hjá EBS/Skála, og HB gjørdi tað til ein stórsigur við trimum málum afturat, har Heidi Sevdal fekk sítt hattrik.
Harvið kundi HB væl og virðiliga uppiborið lyfta steypið sum fyrsti vinnari av tí. Dysturin um Stórsteypið hjá monnum byrjar klokkan 17.00.
Stórsteypadystir - kvinnur:
HB- EBS/Skála 7-1 (3-0)
1-0 Elin Maria Isaksen
2-0 Heidi Sevdal
3-0 Elin Maria Isaksen
4-0 Rebekka F. Benbakoura
4-1 Birna T. Mikkelsen
5-1 Heidi Sevdal
6-1 Rebekka F. Benbakoura
7-1 Heidi Sevdal
Reytt kort: Lena Olsen
Dysturin kann síggjast her
Myndir frá dystinum kunnu síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald